* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Viking Supply Ships sleppur undan boykotti

Handilstiltøkini hjá ES og USA móti Russland fara væntandi ikki at ávirka virksemið ella úrslitið hjá Viking Supply Ships fyri 2014. Fýra av AHTS skipunum hjá Viking Supply Ships, harav trý hava ísklassa 1A og eitt er ísbrótari, virka í løtuni í Karahavinum í Russlandi.

Handilstiltøkini hjá ES og USA fara helst ikki at ávirka virksemið ella úrslitið hjá Viking Supply Skibe í ár. Ov tíðliga er at siga nakað um, hvørt tiltøkini fara at ávirka boritíðarskeiðini frá 2015 og frameftir.

Núverandi sáttmálin er galdandi fyri boritíðarskeiðini í 2014 og 2015 við møguleika fyri eisini at fevna um skeiðini 2016 og 2017. Boringin er ætlað at byrjað í mai á hvørjum ári. Viking Supply Ships veitir eisini ráðgeving til frálandavirksemið í Karahavinum í 2014 og í 2015. 

Kelda: AB TransAtlantic