* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Viking Supply tørv á 120 miljónum

Viking Supply Ships A/S tørvar eina kapitalinnspræning. Lutvíst fyri at kunna røkja lániavtalur sínar, lutvíst fyri at hava pengar til raksturin næstu 24 mánaðirnar. Tað upplýsir Viking Supply Ships í tíðindaskrivi.

Felagið hevur tí kallað inn til eykaðalfundar 6. november, har ætlanin er at fáa undirtøku fyri at útvega 120 mió. svenskar krónur umvegis nýggj partabrøv.

Størsti partaeigarin í felagnum, Kistefos, sum situr við 75,3 prosentum av øllum partabrøvunum og 71,2 prosentum av atkvøðunum umvegis dóttirfeløg, hevur boðað frá síni undirtøku fyri ætlanini.

Viking Supply Ships A/S er framvegis í samráðingum við størstu áognarar sínar um eina langtíðar fíggjarloysn, ið kann tryggja felagið gjøgnum drúgvu afturgongdina í frálandsvinnuni.

Ein loysn við lánveitararnar kemur væntandi í lag í fjórða ársfjórðingi.

Kelda: soefart.dk