* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Viking Supply verður endurskipað

Í desember fekk Viking Supply Ships A/S váttan um stuðul til eina endurskipan av felagnum frá øllum leiðandi lánsveitarum. Ein kredittnevnd hevur nú givið felagnum eina góðkenning og hevur skrivað undir eina endurskipanaravtalu við allar teir stóru lánsveitararnar. Harvið endar fíggjarliga endurskipanin.

Ein endalig endurskipan var treytað av eini endaligari góðkenning frá kredittstovnunum. Avtalaða og góðkenda endurskipanin umfatar hesi viðurskifti:

Lánini hjá Viking Supply Ships A/S hava gjaldkomudag 31. mars 2020. Lánini fara at hava munandi lægri kontantar rentur og avdrátt inntil 31. mars 2020 og avmarkaða kontantrentu og avdrag inntil 4. ársfjórðing 2018.

Fíggjarligar avtalur um lánini verða broyttar fyri at geva Viking Supply Ships A/S nóg stórt rásarúm at virka undir núverandi avbjóðandi marknaðarkorum. Fer kontantgoymslan upp um eitt ávist støði, skal hon brúkast til at avdraga bankalánini.

Viking Supply Ships A/S hevur fingið nýggjan kapital upp á 15 miljónir USD gjøgnum eina virðisbrævaútbjóðing í Viking Supply Ships AB.

Kelda: Viking Supply Ships AB