* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Viking vinnur høgt virda heiðursløn

Danski framleiðarin av trygdarútgerð, Viking, hevur vunnið Seatrade Award-heiðurin í bólkinum “Safety at Sea” fyri bjargingarbátin “VIKING LifeCraft”. Viking fekk heiðurin á einum tiltaki í London.

 

Konseptið hjá Viking við LifeCraft blandar fyrimunirnar við sjálvrikna háttinum at flyta seg við smidleikan og komfortin umborð.

 

LifeCraft er bygdur upp av eindum við plássi fyri 200 fólkum og er fyrst og fremst ætlaður reikferðaskipum og øðrum skipum við nógvum fólkum umborð.

 

LifeCraft-farið verður elrikið í staðin fyri dieselmotorar. Hetta minkar um kostnaðin við viðlíkahaldi og økir rakstrartrygdina.

 

Kelda: Maritime Danmark

 

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=5c11896sXF4&t=83s]
Sjónbandið vísir, hvussu heiðursvinnandi bjargingarbáturin riggar.