* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Nýggja skipanin hjá norska felagnum, Jowa, kann minka um plastavfallið á heimshøvunum.

Norska virkið, Jowa, hevur ment eina skipan, sum veitir reint og trygt drekkivatn uttan at nýta kemisk evni. Og skipanin er einføld at seta í skip. Endamálið er at beina allar plastfløskur burtur av øllum skipum.

 

Skipanin hjá Jowa er ein mekanisk filturskipan, sum kann steðga øllum bakterium og virusum heilt niður í 0,03 My. Til samanberingar kann nevnast, at ein koronuvirusur er 0,06 til 0,14 My.

 

Skipanin er bygd á serliga útgjørdar membranir, eitt slag av ultrafiltrering. Skipanin broytir ikki kemiska bygnaðin ella strukturin í vatninum, og tískil fara salt og mineralir ígjøgnum filturskipanina.

 

- Hetta steðgar avgjørt bakterium og virusum, sigur Brede Fridheim, sum er dagligur leiðari í Jowa í Noregi, við Skipsrevyen.

 

- Tú nýtir vatnið, sum er umborð, og koyrir tað gjøgnum filturskipanina uttan nýtslu av kemiskm evnum ella av øðrum háttalagi. Smakkur og angi av vatninum broytist ikki, sigur hann.

 

Tøl frá farmavinnuni vísa, at ein manning upp á 15 kann drekka 10.000 1,5 liturs plastfløskur av vatni um árið. Faldar tú tað við talinum á øllum handilsskipum á heimshøvunum, verður komið upp í veldugar mongdir. Hetta skapar bæði umhvørvisligar trupulleikar, og tað skapar eisini plássmangul umborð á skipunum.

 

- Við okkara skipan fylgir eisini ein termofløska til hvønn einstakan av manningini. Hon kann nýtast til bæði kalt og heitt vatn, og hon er løtt at vaska, sigur Brede Friedheim.

 

Nýtslan av plastfløskum gevur eisini burturkast, sum má takast við í land, um tað ikki kann gerast til einkis umborð.

 

Kelda: Skipsrevyen