* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Reikferðaskip við bryggju í Keypmannahavn.

Stendur tað til danska Eindarlistan, so skulu reikferðaskip ikki longur sleppa at sigla til Keypmannahavnar. Flokkurin stúrir fyri luftdálking og dámar heldur ikki hetta slagið av ferðavinnu.

 

- Tað er neyðugt at broyta ferðavinnuna, og hon skal eisini gerast burðardygg. Vit skulu hava ferðafólk, sum eru her í longri tíð, og ikki bara koma higar ein lítlan túr at síggja Lítlu havfrúnna og Amalienborg, sigur Line Barfod, sum er spískkandidatur fyri Eindarlistan til yvirborgarstjóraembætið í Keypmannahavn.

 

Eindarlistin heldur, at dúvast skal heldur upp á ferðafólk, sum koma til Keypmannahavnar við toki.

 

- Vit hava eina ógvusliga veðurlagskreppu í løtuni, og tað sær ikki út til, at politikararnir á Christiansborg koma við nøkrum skilagóðum í bræði, so vit eru noydd at gera eitthvørt í Keypmannahavn, sigur Line Barfod við TV2.

 

Undan kommunuvalinum varð roknað við, at Eindarlistin fór at verða næststørstur í Keypmannahavn.

 

Kelda: Maritimedanmark/TV2