* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Vilja hava fleiri ung inn á sjóvinnuútbúgvingar

Talið á ungum í Danmark, sum søkja eina sjóvinnuútbúgving í ár, er fallið við 12 pst. samanborið við í fjør. Tað vísir árliga uppgerðin frá danska Útbúgvingar- og Granskingarmálaráðnum, sum varð almannakunngjørd um vikuskiftið. Hetta fær danska reiðarafelagið at gera vart við, at okkurt má gerast til tess at tryggja nóg nógva arbeiðsmegi í framtíðini.

Tilsamans 685 lesandi eru í ár tikin inn á sjóvinnuútbúgvingarnar í Danmark, og tað eru ov fá, heldur Danske Rederier.

“Tað skal vera áhugavert og smidligt at søkja eina sjóvinnuútbúgving", sigur stjórin í Danske Rederier, Anne Windfeldt Trolle, og heldur fram:

”Fallið í talinum á lesandi á sjóvinnuútbúgvingunum vísir, at kappingin um tey lesandi er beinhørð, og við metmongum útbúgvingarmøguleikum til tey ungu. Tí eiga vit at hyggja eftir samansetingini av sjóvinnuútbúgvingunum, so vit tryggja, at útbúgvingarnar framvegis eru áhugaverdar, tá talið á útbúgvingartilboðum hækkar.”

Danske Rederier mælir m.a. til, at tað skal vera lættari at søkja inn á eina sjóvinnuútbúgving við at gera upptøkuna á skúlunum fría. Samstundis skal tað gerast smidligari, tá starvslæran á sjónum skal avgreiðast.

”Vit skulu seta eina skipaða kanning av innihaldinum í sjóvinnuútbúgvingunum í verk, so vit tryggja okkum, at tær lúka tørvin hjá vinnuni og vónirnar hjá teimum lesandi. Vit fara at mangla kvalifiseraða arbeiðsmegi næstu árini, og mugu tí gera okkurt nú. Vit gleða okkum at koma í gongd við hetta arbeiði saman vvið útbúgvingarstovnunum og øðrum samstarvsfeløgum,” sigur stjórin í Danske Rederier.

Kelda: maritimiedanmark.dk