
Vilja herða eftirlit av norðurkoreiskum skipum
Avstralski forsætisráðharrin, Malcolm
Turnbull, sigur, at hann er tilreiðar at senda hernaðarflogfør at hava eftirlit
við norðurkoreiskum skipum, sum sigla við farmi, ið ST-lond hava banna teimum
at sigla við.
Og kanadiska
stjórnin boðar frá, at eisini Kanada fer at senda flogfør at hava eftirlit við
koreiskum skipum. Ætlanin er, at flogførini hjá Avstralia og Kanada skulu halda
til á amerikonsku herflotastøðini, Kaden, í Japan.
Fráboðanirnar hjá
Avstralia og Kanada komu dagin eftir at suður- og norðurkoreisku leiðararnir
avtalaðu, at beinast skal fyri øllum kjarnorkuvápnum í londunum báðum.
Avstralia, sum er
ein av sameindu hjá USA, lovar samstundis at varðveita búskaparliga- og
diplomatiska trýstið á Norðurkorea.
Avstralski
forsætisráðharrin, Turnball, og uttanríkisráðharrin, Julie Bishop, siga, at
trýstið framhaldandi verður lagt á Norðurkorea júst fyri at gera sítt til at
beina fyri øllum kjarnorkuvápnum á Koreisku hálvoynni.
Myndatekstur: Norðurkoreisk farmaskip liggja
og bíða eftir loyvi at sigla.
Á niðaru myndini síggja vit amerikanska
hernaðarflogvøllin í Japan, Kadena.
Kelda: MarineLink