* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Vilja skerja CO2-útlátið við 50 prosentum

 Roknað verður við, at nýggi veðurlagssáttmálin fyri skipaferðslu verður undirskrivaður á fundi hjá umhvørvisnevndini hjá IMO í London í dag. Lond sum Brasilia, Panama og Argentina óttast fyri, at verða avmarkingar settar á loyvda útlátið, fer tað at ganga út yvir búskaparstøðuna í londunum.

Umboð úr meira enn 100 londum eru við á fundinum, sum hevur til endamáls at finna semju um framtíðar IMO-politikkin á økinum. Umhvørvisráðharrin í Marshalloyggjum í Kyrrahavinum, David Paul, bønar IMO um at samtykkja avmarkingar í útlátinum.


- Eg kann ikka fara heim aftur til landsmenn mínar, og mæla til eitt útlát, sum ikki viðurkennir størstu hóttanina seinastu hundrað árini, sigur hann.


David Paul legði aftrat, at uppáhaldið um at ein avmarking av útlátinum fer at ganga út yvir búskaparstøðuna í ymsum londum, er púra burturvið.


Ivasom lond í Suðuramerika

Fleiri suðuramerikonsk lond ivast í, hvussu rætt tað er at avmarka CO2-útlátið, tí tey óttast búskaparligu avleiðingarnar. Eitt teirra er Brasilia, har 90 prosent av øllum handli verður flutt við skipum.


- Vit halda, at ongi átøk eiga at gera mismun á londum, sum útflyta, ella taka lond framum, bara tí at tey eru nærri marknaðunum og øvugt, segði Hermano Telles Ribeiro, eitt av IMO-umboðunum hjá Brasilia í samrøðu við BBC.


Í dag verður mett, at alheims skipaferðslan stendur fyri 2 prosentum av samlaða CO2-útlátunum, og eitt av uppskotunum gongur út uppá at avmarka CO2-útlátið við 50 prosentum í skipaferðsluni áðrenn 2050 samanborið við 2008.


IMO ella International Maritime Organization, er ein stovnur undir ST, ið tekur sær av trygd á sjónum og av havumhvørvi.


Kelda: BBC News og Skipsrevyen