* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Søguliga høgu farmagjøldini kunnu tryggja bingjureiðaríum eitt rakstrarúrslit í 2021 upp á astronomiskar upphæddir sum 100 milliardir dollarar ella umleið 630 milliardir krónur. Tað metir Drewry’s Container Forecaster. Longu fyrsta ársfjórðing í ár var úrslitið komið upp um samlaða rakstrarúrslitið fyri 2020.

 

Í løtuni metir Drewry’s rakstrarúrslitið (EBIT) til 80 milliardir dollarar – uppstigað frá fyrra metinum upp á 35 milliardir dollarar. Men um farmagjøldini fara upp um tað, sum roknað hevur verið við higartil, restina av árinum, kann rakstrarúrslitið røkka 100 milliardir krónur.

 

Maritimedanmark skrivar, at um hildið verður, at 100 milliardir krónur ljóðar eitt sindur yvirdrivið, ja, so leggur Drewry dent á, at reiðaríini boðaðu frá einum rakstrarúrsliti upp á gott og væl 27 milliardir dollarar bara í fyrsta ársfjórðingi, sum er meira enn 25,4 milliardir dollarar, sum tey bókaðu fyri alt 2020.

 

Drewry væntar mongdirnar fara at økjast restina av árinum, og ein árligan vøkstur upp á 10 prosent komandi árini.

 

Í seinastu útmelding síni væntar Maersk eitt rakstrarúrslit (EBIT) upp á 4,3-6,3 milliardir dollarar samanborið við metúrslitið í 2020, sum var upp á 4,2 milliardir dollarar.

 

Kelda: Seatrade Maritime News