* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, setti ráðstevnuna.

Vindeygu heldur enn spegil

Í hesum døgum er norðurlendskt seminar fyri vaksnamannaútbúgving í Føroyum.

 

NVL - Netværk for vuxnas lærande - er ein organisasjón undir Norðurlendska ráðharraráðnum, sum millum annað hevur til endamáls at førleikameta og vegleiða vaksin yvir 25 ár, sum hava lága ella lítla útbúgving, men sum kortini hava góðar førleikar innan ávíst øki.

Í nógvum førum kunnu drúgvar praktiskar royndir sammetast við útbúgving, og NVL, sum hevur limir í øllum norðurlondum, arbeiðir sostatt við at fáa vaksnum fólki prógv uppá sínar førleikar.

Rigmor Dam, landsstýrikvinna í mentamálum, setti ráðstevnuna í gjáramorgunin og segði millum annað, at endamálið við útbúgving er at umskapa spegil til vindeygu.

- Tá vit hyggja í speglið, síggja vit bara okkum sjálv og tað, vit altíð hava sæð. Lítil menning er í tí. Men hyggja vit út ígjøgnum vindeygað, kunnu vit seta okkum sjálv í samband við umheimin, vit kunnu síggja nýggj mál og øðrvísi mátar, segði Rigmor Dam millum annað.

Kelda: mmr.fo