* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Vinna burtur úr nikkul, kobolt og kopari

Frálandsreiðaravirkið, Maersk Supply Service, setur nú skip av til eina rannsókn, sum hevur til endamáls at kanna møguleikan fyri at vinna burtur úr sjáldsomum metalum á havbotninum.

 

Átta ára gamla akkerskipið, Maersk Launcher, fór í seinastu viku úr San Diego fyri at vera við í ransóknini, einari rannsókn, sum skal kanna møguleikan at vinna burtur úr virðismiklum metalum sum kobolt, nikkul og kopari á havbotninum í Kyrrahavinum.

 

- Vit fegnast um, at serligu skip okkara verða nýtt í so serstøkum og nýggjum marknaðarøki. Hóast hendan handilsvinnan,  at útvinna meira úr djúphavsmineralum, bara er á byrjunarstigi, og at framleiðslan liggur nøkur ár frammi í tíðini, so síggja vit stórar møguleikar á hesum økinum. Tað hóskar eisini væl til okkara strategi, nevniliga at Maersk Supply Service skal víðka virksemið til eisini at umfata handil á nýggjum marknaðum, sigur stjórin í felagnum, Steen S. Karstensen í tíðindaskrivi.

 

Kelda: Søfart