* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Skúlin í Suðavík varð endurreistur eftir skalvalopið í 1996.

Vinnuferðin endaði í Súðavík

Ferðandi vinnuframsýningin av Reyðarfirði til Ísafjarðar, sum fór fram í seinastu viku, var av fríggjadagin. Eftir at hava vitjað fyritøkur og sýnt fram í Ísafirði, steðgaði sendinevndin, sum taldi 30 føroyingar, í bygdini Súðavík. Har lótu 14 fólk lív, tá skalvalop í 1996 legði ein part av bygdini í oyði.

Tað var ein kensluborin løtu, tá skúlastjórin og bygdarráðsformaðurin tóku ímóti, vístu skúlan fram og greiddu frá hendingini. Eisini nýttu tey høvi at takka føroysku tjóðini fyri at hava veitt eina hjálpandi hond.

Íalt eini 170 fólk frá 80 íslendskum fyritøkum vitjaðu framsýningina í ávikavist Reyðarfirði, Akureyri og Ísafirði, har tey fingu kunning og knýttu sambond við føroysku veitararnar, sum vóru við og bjóðaðu seg fram.

“Føroysku luttakararnir hava latið væl at ferðini og hjá fleiri spurdist enntá okkurt ítøkiligt burturúr. Íslendingar tóku væl ímóti og sýndu stóran áhuga – bæði fyri veitarunum til fiskivinnuna, alivinnu og byggivinnuna. Tí vóni eg, at ferðandi framsýningin fer at stimbra samhandilin millum Ísland og Føroyar,” sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.

Kelda: Heimasíðan hjá Føroya landsstýri