* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Vinnuháskúlin í Nóatúni skal útbyggjast

Ætlanin er at útbyggja Vinnuháskúlan í Nóatúni við umleið 1200 ferðmetrum. Tað merkir millum annað, at maskindeildin flytur úr hølunum við Krákugjógv oman í Vinnuháskúlan.

Blaðið hjá Maskinmeistarafelagnum, Maskinmeistarin, skrivar, at alt bendir á, at Vinnuháskúlin verður útbygdur, soleiðis at maskin- og navigasjónsútbúgvingarnar verða savnaðar á Vinnuháskúlanum í Nóatúni. Maskinútbúgvingarnar flyta sostatt úr skúlanum við Krákugjógv við Oyggjarvegin í Havn.

            Wilhelm Petersen, stjóri á Vinnuháskúlanum, váttar fyri Maskinmeistaranum, at arbeitt varð í alt fjør við ætlanini. Mentamálaráðið gav grønt ljós at byrja fyrireikingarnar, og so varð farið í gongd. Landsverk hevur verið við í tilgongdini við sjálvari byggiskránni.

           

Ósambæriligt

Wilhelm Petersen sigur við Maskinmeistaran, at hann heldur tað ikki vera serliga sambæriligt við tíðarinnar krøv og rakstur av skúlanum, at hann framhaldandi koyrir í tveimum – við Krákugjógv og í Nóatúni.

            - Tað er ikki gott, at skúlin er í tveimum, tað er irrasjonelt bæði fíggjarliga og á annan hátt. Nakrir lærarar ganga uppi við Krákugjógv, aðrir her í Nóatúni, nakrir næmingar við Krákugjógv og nakrir næmingar her, tað er ikki optimalt, heldur Wilhelm Petersen.

            Hann sigur, at skalt tú hava eitt gott lestrarumhvørvi, so er neyðugt at skúlin, tað eru næmingar, lærarar og onnur starvsfólk, eru savnað á einum og sama stað.

            Í fleiri lærugreinum er samlestur, tað er at bæði maskinmeistarar og navigatørar fáa frálæru í somu lærugreinum, tað kann til dømis vera støddfrøði, búskapur og leiðsla. Samlesturin kann gagnnýtast betur, um allir næmingar eru á sama stað. Stjórin heldur eisini, at  tað gevur skúlanum nakað eyka, at hann verður størri, altso fleiri næmingar – skúlin fær tá eina størri “volumu”.    

           Stjórin á Vinnuháskúlanum vónar, at arbeiðið at byggja skúlan í Nóatúni út, byrjar longu í 2019.

Í løtuni ganga knappliga 250 næmingar á Vinnuháskúlanum íalt.


Kelda: Maskinmeistarin