* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Virði á norskum oljugrunni fer uppum 10.000 milliardir

Norski oljugrunnurin hevur í dag eitt virði, sum svarar til 1,9 milliónir krónur fyri hvønn íbúgva í Noregi, skrivar Danmarks Radio.

 

Marknaðarvirðið á norska oljugrunninum, sum eitur “Statens Pensjonsfond Utland” (SPU), fór uppum 10 milliardir norskar krónur fríggjadagin, tað eru slakar 7.500 milliardir danskar krónur.

 

Tað skrivar Danmarks Radio.

 

Grunnurin fekk fyri 23 árum síðani 2 milliardir norskar krónur frá norska fíggjarmálaráðnum, og í dag er pengatangin vaksin, so tað stendur eftir. Umleið helvtin av inntøkunum koma í dag frá oljuvinnuni, og restin stavar frá avlopi frá íløgum.

 

- Avlopini frá íløgunum á alheims fíggjarmarknaðinum hava verið stór, og tað verður samanborið við at hava funnið olju einaferð aftrat, sigur Yngve Slyngstad, stjóri í Norges Bank Investment Management.

 

Marknaðarvirðið uppá 10.000 milliardir norskar krónur er tað saman sum 1,9 millónir krónur fyri hvønn íbúgva í Noregi.

 

Kelda: Shippingwatch/DR