* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Frá vígsluni fyri tveimum árum síðan, tá Panamaveitin var útbygd.

Virðið á Panamaveitini er hækkað

Tvey ár eftir vígsluna í sambandi við stóru útbyggingina av Panamaveitini, hava Standard & Poors Global Ratings uppstigað virðið á veitini.

 

Aftaná vígsluna fyri tveimum árum síðani metti Standard & Poors Global Rating Panamaveitina vera tað, tey rópa ‘stabel’. Men nú hevur S&P uppstigað virðið á Panamaveitini til ‘positive’.

 

- Uppstigingin prógvar alheims virðið á hesi søguligu farleiðini. Tað síggja vit, tí eisini kreditvirðið er hækkað tvey stig, sigur leiðslan í Panamaveitini.

 

Standard & Poors Global Ratings sigur, at tey revidera útlitini hjá Panamaveitini sambært ymsum kreditviðurskiftum, kenslusemi í samband við vanda fyri at renna á land og gjaldførið hjá felagnum, sum rekur Panamaveitina.

 

Avgerðin hjá S&P er eisini eitt tekin um, at útlitini hjá Panamaveitini eru støðug og trygg, og at árliga inntøkan áðrenn rentur, avskrivingar o.s.fr. (EBIDTA), verður ílagi.

 

Kelda: MarineLink