* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Visti ikki av ensku oynni

Pólski skiparin skuldi sigla úr Skotlandi til Belgia, men hann visti ikki, at lítla enska oyggin Farne Island liggur á kósini, um tú siglir beina linju.

Farmaskipið MV Danio sigldi beina kós, og hetta hevði við sær, at tað rendi beint á land á oynni Farne Island, ið liggur tætt við strondina í Northumberland í Onglandi.

Skipið kom úr Perth í Skotlandi og skuldi til Antwerpen í Belgia. Sambært sjóverjuni visti skiparin ikki av oynni, og vakthavandi á brúnni svav, tá tað stoytti. Annars hevði hann helst sæð vitan á oynni. Harafturat sigldi skipið eftir einum ólógligum GPS-ara av slagnum, sum vanliga verða nýttir í bilum á landi.

Hetta hendi fyri nøkrum mánaðum síðani, men nústaðni eru allir smálutir komnir fram alment í rapport. Skipið er í Pollandi, har tað í løtuni verður umvalt. MV Danio er 80 metrar langt farmaskip.

Farne Island er friðað. Har er ríkt fuglameingi og sagt verður, at tað var ótrúliga heppið, at einki lak úr skipinum og skaddi umhvørvi á leiðini.

Kelda: netavisin.fo