* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Vitjan av trúboðarum úr Ghana

 Seinnapart í gjár lendu trúboðara parið Jónhild og Samuel Dunya, aftaná eina langa ferð heilt úr Ghana. Jónhild og Samuel hava nú í nógv ár arbeitt í Ghana sum trúboðarar, og plaga tey við jøvnum millumbili at vitja her heima, fyri at vitja vinir og familju, og ferðast rundt til samkomur at kunna um tærra arbeiði.

Tey hava nú tey seinastu 17 árini verði í Ghana, har tey saman við sínum 4 børnum, fyri tað mesta hava búð í høvusstaðnum Accra. Við góðum stuðli úr Føroyum og eisini út Amerika, hava tey stovna fleiri smáðar samkomur, samstundis sum tey hava lært fólk upp til at taka sær av hesum samkomuni. Eitt anna projekt sum tey hava fingið frá hondini saman við fólki úr Amerika, er at tey hava borða 148 vatn brunnar, har fólk kunna pumpa vatn upp til tað dagliga. Hettar var eitt stórt projekt sum samanlagt kostaði gott 800.000 us.$ at gerða.

Tey verða so heima í Føroyum fram til 28 Apríl, og hesa tíðina fara tey at vitja samkomur rundt landið. 

Mánadagin 15 apríl kl. 20 verða tey at hoyra í Evangeliihúsinum í Havn

Mikudagin 17. apríl kl. 20: Café kvøld Bygdarskúlanum í Miðvág

Sunnudagin 21. apríl kl. 11: Filadelfia í Havn

Sunnudagin 28 apríl kl. 11: Betania í Skopun. 

Øll eru hjartaliga vælkomin at koma framvið at hoyra hvat tey hava at berða fram um tærra arbeiði í Ghana. Nú tey eru í Føroyum eru tey at hitta á mob.nr. 57 33 83, ella við at senda ein mail til: jfdunya@yahoo.com

Orð: Martin Sonny