* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
70 ára gamla ferðafólkaskipið, SS United States.

SS United States er við sínum 302 metrum størsta ferðafólkaskipið, sum nakrantíð er smíðað í USA. 53.330 GT stóra skipið hevði pláss fyri sløkum 2.000 ferðafólkum, og manningin taldi 900, tá tað fór jomfrúferð sína hin 3. juli í 1952.

 

Í dag, sløk 70 ár seinni, liggur tað meira ella minni sum eitt spøkilsisskip, tómt, við Mola 82 í Philadelphia.

 

Nógvar ymiskar ætlanir hava verið á borðinum um, hvussu velduga skipið kann nýtast. Í dag er tað ein grunnur, sum eigur tað, og roynir at varðveita skipið sum eitt mentunarligt minni.

 

Kom umborð ein túr, tí niðanfyri eru livandi upptøkur av skipinum.

 

Kelda: Maritimedanmark




[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=EuBKewWTag0]
SS United States.