* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Vjetnam og Indonesia stoyta saman um fiskirættindi

Spenningurin um fiskirættindini økist millum Vjetnam og Indonesia. Eitt skip hjá vjetnamesisku sjóverjuni siglir á einum sjónbandi niðanfyri – eftir øllum at døma við vilja inn í eitt indonesiskt herskip.

 

Indonesia hevur svarað aftur við at søkkja vjetnamesisk fiskiskip.

 

Indonesisku myndugleikarnir hava frammanundan tikið vjetnamesisk fiskiskip fyri at hava fiskað innanfyri – ólógliga. Talan er um eitt øki, sum londini bæði er ósamd um.

 

Indonesisku myndugleikarnir siga, at teir hin 4. mai fara at søkkja 51 fiskifør, sum indonesiska sjóverjan hevur lagt hald á, og tey flestu er vjetnamesisk.

 

Niðanfyri sært tú sjónband av samanstoytinum millum vjetnamesiska sjóverjuskipið og indonesiska herskipið.

 

Kelda: Maritime Danmark


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=cMn4tExfBJE]
Sjónband. Vjetnamesiskt fiskiskip siglir við vilja inn í eitt indonesiskt herskip.