* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Vjetnam og Kina royna at loysa økisósemju

Loysn er í ljósmála í landaósemjuni millum Vjetnam og Kina um eitt øki í Suðurkinverska havinum. Tað boðaði kinverski uttanríkisráðharrin, Wang Yi, frá sunnudagin.

- Skulu vit hava eina burðardygga menning í viðurskiftunum millum Kina og Vjetnam, er neyðugt at loysa landaósemjuna um økini í Suðurkinverska havinum. Gjøgnum samráðingar skulu vit læra okkum betur at loysa ósemjur, soleiðis at vit ikki hvør í sínum lagi taka óneyðug stig. Samstundis skal samstarvið á havinum mennast, segði Yi eftir ein fund við vjetnamesiska uttanríkisráðharran, Pham Binh Minh, í Hanoi.

 

Í 2014 øktist spenningurin landanna millum, tá Kina fór at bora eftir olju í umstrýdda økinum tætt við Paracel Oyggjarnar. Nakað eftir hetta vóru harðir samanbrestir millum skip í Kina og Vjetnam. Í stríðnum søktu vjetnamesar eitt kinverskt skip.

 

Spenningurin millum Kina og Vjetnam hevur styrkt sambandið millum Vjetnam og USA. Til dømis undirskrivaði táverandi amerikanski forsetin, Barack Obama, í 2013 eina avtalu, sum loyvdi vápnaútflutningi til Vjetnam úr USA.

 

Nú er so líkt til, at vjetnamesar og kinverjar fara at loysa ósemjuna um landaøkið í Suðurkinverska havinum.

 

Mett verður, at ein triðingur av allari skipaferðslu í heiminum gongur gjøgnum Suðurkinverska havið.


Kelda: Maritime Executive og maritimedanmark.dk