* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Vøksturin heldur fram í cruiseídnaðinum

Góða rákið í cruiseídnaðinum í 2017 heldur fram inn í 2018. Tað væntar áhugafelagsskapurin Cruise Lines International Association (CLIA) í eini frágreiðing.

Har verður mett, at 27,2 miljónir ferðafólk fara á cruiseferð næsta ár. Hetta er ein øking upp á 1,8 miljón ferðafólk í mun til í ár, og 2,5 miljónir fleiri enn í 2016.

Seinastu fimm árini hevur vøksturin verið 20,5 prosent, vísa hagtølini.

Fleiri skip aftrat

Til tess at nøkta økjandi vøksturin verður eisini roknað við stórum vøkstri í talinum á cruiseskipum næsta ár. Sambært CLIA koma 27 nýggj cruiseskip aftrat í 2018.

– Ongin ivi er um, at cruiseídnaðurin hevur ein vaksandi áhuga millum brúkararnar og hevur eina positiva ávirkan á alheims búskapin, skrivar Cindy D’Aoust, forseti í felagsskapinum, í frágreiðingini.

Cruiseídnaðurin umsetur fyri 126 miljardir dollarar um árið ella meira enn 1000 miljardir krónur um allan heimin. Har starvast í løtuni 1 miljón fólk.

Kelda: skipsrevyen.no