* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Akagi, japanski flogberin, sum varð søktur í juni 1942.

Vrakið av japonskum flogbera funnið

Vrakið av japanska flogberanum, Akagi, sum sakk 5. juni í 1942 í bardaganum við Midway, er funnið. Tað var kanningarskipið, Petrel, sum fann vrakið.

 

Hetta er næsti japanski flogberin, sum hetta sama kanningarfelagið hevur funnið hendan mánaðin. Vrakið av Akagi varð funnið á 5.280 metrar dýpi í Kyrrahavinum – tætt við Hawaii.

 

Bardagin við Midway fór fram bara seks mánaðar eftir álopið á Pearl Harbor, og hetta var ein avgerandi flotabardagi undir 2. veraldarbardaga.

 

Akagi flutti nógv av teimum flogførum, sum lupu á Pearl Harbor í 1941, og sum gjørdi, at USA formelt blandaði seg í 2. heimsbardaga.

 

Manningin á Petrel hevur leitað eftir flogberanum í einum 500 ferkilometrar stórum øki.

 

Kelda: Maritime-Executive