* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Seinasta trælaskipið, Clotilda.

Vrakið av seinasta trælaskipinum funnið

Eftir í fleiri ár at hava leitað eftir seinasta trælaskipinum, sum flutti trælir úr Afrika til USA, er skipið nú funnið.

 

Trælainnflutningurin til USA hevði verið bannaður í 50 ár, tá skonnartin, Clotilda, kortini í 1860 fór ein seinasta túr um Atlantshavið eftir trælum í Vesturafrika. Tá skonnartin kom heimaftur, varð hon tømd og søkt.

 

Søgan um hendan seinasta trælatúrin er skrivað niður í sjálvt smálutir. Við skipinum vóru 110 trælir, sum vórðu stúvaðir saman í lastini. Trælirnir vórðu keyptir fyri 9.000 dollarar í gulli í illa gitna havnarbýnum, Quidah, í tí, sum í dag eitur Benin.

 

Í 1860 vóru tað annars 60 ár síðan allur trælahandil var bannaður, og í Norðurstatunum varð trælahaldið hilið uppat. Men í Suðurstatunum hildu tey fram við trælahaldinum í tí fjalda.

 

Tá í trælaskipið, Clotilda, seinastu ferð “lossaði” lastina av 110 ungum monnum, kvinnum og børnum eftir eina seks dagar langa og buldrasliga ferð, varð skonnartin søkt uttanfyri Alabama. Og nú er skonnartin funnin á havsins botni.

 

- Eftirkomarar av trælunum frá Clotilda hava í nógv harrans ár droymt um at finna skipið. Nú er tað funnið, og nú kann hesin parturin av søguni leggjast aftrat teirri søguni um seinasta túrin, sum longu er væl dokumenteraður, sigur Lisa Demetropoulos Jones, stjóri í Alabama Historical Commission við National Geographic.

 

Kelda: National Geographic/Maritime Danmark