* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Vrakið av Thorco Cloud skal takast upp av botni

Kinesiska bjargingarfelagið, Guangzhou Salvage, fer nú í holt við at bjarga vrakinum av Thorco Cloud, sum sakk uttanfyri Singapor hin 16. desember 2015.

 

Tað var eftir at Thorco Cloud stoytti saman við kemikaliutangabátin, Stolt Commitment, at Thorco Cloud sakk, og seks av manningini doyðu.

 

Thorco Cloud brotnaði í tveir partar, tá skipið sakk, og tað er ivaleyst í uppaftur verri standi í dag, nú tað hevur ligið á havsins botni í fýra ár. Vrakið liggur á 70 metra dýpi.

 

At tað er eitt kinesiskt bjargingarfelag, sum hevur fingið uppgávuna, er við tíðini vorðið ein vani. Stóri kinesiski ríkiskassin er ein trygd fyri sáttmálunum, tá kinesisk bjargingarfeløg bjóða uppá slík arbeiðir. Seinast, eitt kinesiskt bjargingarfelag tók sær av einari líknandi uppgávu, var tá Kea Trade varð bjargað.

 

At kinesararnir eru dugnaligir prógvaðu teir, tá Shanghai Salvage bjargaði vrakinum av Sewol. 6.825 tons stóra skipið hevði tá ligið á havsins botni í fýra ár.


Kelda: Maritime Danmark