* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Nýggja bilaflutningsskipið hjá týska bilaframleiðaranum, VW.

VW tekur LNG-rikið bilskip í nýtslu

Volkswagen Group sendi í gjár heimsins fyrsta LNG-riknað bilskipið út á jómfrúferð sína. Umborð vóru meira enn 4.800 bilar. Siem Confucius, sum skipið eitur, er fyrsta av tveimum skipum, sum kinesiska Xiamen-skipasmiðjan smíðar, og sum skulu avloysa eldru og oljuriknu flutngingsskipini hjá felagnum.

 

LNG-riknað bilaflutningsskipið fór í gjár úr Emden í Týsklandi á fyrstu tríggjar vikur ferð sína – fullastað við persónbilum. Skipið ferð til Meksiko, og steðgar í Kanada og USA á leiðini.

 

Týski bilaframleiðarin fer at brúka bæði skipini til farleiðina millum Emden og Meksiko. Seinna skipið, Siem Aristotle, verður handað seinni í ár.

 

VW verður fyrsti bilaframleiðarin, sum brúkar LNG-rikin skip á longu farleiðum sínum til bilar.

 

“Vit eru errin av at hava bílagt heimsins fyrstu LNG-riknu bilaflutningsskip í hesari støddini,” sigur Thomas Zernechel, sum er leiðari fyri logistikk hjá Volkswagen Group.

 

Kelda: Maritimedanmark og Offshore Energy