* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Wallenius Wilhelmsen satsar nú upp aftur meira upp á skrubbara-tøknina.

Wallenius Wilhelmsen velur skrubbarar til 20 skip

Skandinaviska reiðaríið, Wallenius Wilhelmsen Logistics, satsar upp aftur meira uppá skrubbarar. Næstu fýra árini fáa 20 av skipum teirra sett skrubbara-tøknina í, sigur felagið í roknskapi sínum.

 

Reiðaríið hevur longu sett tøknina at reinsa royk frá skorsteininum í fimm av skipum sínum.

 

Nýggju skrubbararnir veðra ísettir næstu fýra árini, og kostnaðurin verður væntandi einar 120 til 140 milliónir dollarar ella millum 780 og 910 milliónir krónur. Kostnaðurin verður goldin við verandi lánsavtalum og kontant.

 

Velja skrubbarar

Seinastu mánaðirnar hevur ein røð av reiðaríum gjørt av at satsa uppá skrubbrar fyri á tann hátt at gera flotan tilreiðar til nýggju krøvini um útlát.

 

Nýggju svávulreglurnar hjá IMO koma í gildi 1. januar í 2020. Tá skulu skip annaðhvørt sigla við brennievni við lágum svávulinnihaldi ella við skrubbarum, sum reinsar roykin.

 

Hóast fleiri reiðaríð í løtuni fyrireika seg at fara yvir til skrubbarar, so er framvegis stór ósemja um, hvør loysn er hin besta.

 

Kelda: ShippingWatch