* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Wärtsilä kemur við einum nýggjum tvey-takts motori, sum skal gera tað møguligt at skifta/konvvertera til grønan framdrátt.

Wärtsilä kemur við sínum tvey-takts “Future Fuels Conversion”-palli í fyrsta ársfjórðingi í 2022, og tøknin skal roynast á fleiri av skipunum hjá reiðarínum, MSC, sum samstarvar við Wärtsilä um ætlanina.

 

Hesin nýskapandi tøknipallurin til motorbrenning, sum patent er tikið uppá, skal gera tað skjótari og bíligari við umskifti av tvey-takts høvuðsmotorum. Tað skal rigga til reina brenning, tá tað kemur til brennievni í framtíðini.

 

Wärtsilä metir tað vera eitt týdningarmikið stig í royndunum hjá maritima ídnaðinum at røkka avkolaðari (dekarboneraðari) skipaferðslu. At tað verður lætt at taka niður/avmontera fer at tryggja, at reiðararnir ikki verða noyddir at taka skip úr vinnu í longri tí í sambandi við umskiftið til nýtt brennievni.

 

MSC hevur bundið seg at royna tøknina á fleiri av skipum sínum, og í tí sambandinum sigur reiðaríið millum annað, at tað hevur fylgt gjølla við hesi nýskapandi brennievnis-umskiftisloysnini við stórum áhuga.

 

Umskiftisloysnin er ætlað skipum, sum sigla við tvey-takst, ravlaðsstýrum motorum.

 

Kelda: Wärtsilä / Søfart