* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Skotskar whisky-tunnur.

Whisky-ferja skal bjarga skotskum útflutningi

Ímeðan bretska stjórnin ger seg út at  stápla eyka flutningsorku upp á beinini til heilivág og annað, sum er lívsneyðugt í kjalarvørrinum á Brexit, eru skotar í ferð við at tryggja týdningarmesta útflutning landsins: Whisky.

 

Røðirnar av lastbilum til ferjuhavnirnar í Evropa og í Bretlandi verða mettar at vera 40 kilometrar langar. Seinkingarnar eru ógvusligar. Og eitt hart Brexit kann raka bæði innflutning og útflutning til Bretland hart. Men skotar vilja av øllum alvi forða fyri, at teirra whisky-útflutningur verður raktur.

 

Tí er eitt skotskt felað í løtuni í tingingum við hollendskar havnamyndugleikar fyri at byrja eina ferjurutu, sum kann gerast eitt trygt alternativ til skotska útflutningin, um verandi farmaleiðir enda við seinkingum.

 

Um so verður, at ein farleið verður stáplað upp á beinini, fer at verða siglt ímillum Rosyth nærindis Edinburg og Groningen í Hollandi.

 

Verður ferjurutan veruleiki, fara ferjurnar at taka 200 lastbilar/treylarar og 500 bilar – og ferðafólk. Sostatt fara kostnaðarmiklu skotsku droparnar at verða fermdir uttanum væntaða hurlivasan hjá Boris Johnson í einum hørðum Brexit.

 

Kelda: Reuters