* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Workshop um tryggan flutning av urani

Danmarks Rederiforening legði týsdagin høli til eina workshop um eina røð av viðurskiftum í sambandi við flutning av radioaktiva evninum uran. The World Nuclear Transport Institute (WNTI) skipaði fyri workshoppini í samstarvi við Dansk institut for internationale studier.

WNTI arbeiðir fyri tryggum flutningi av radioaktivum tilfari og virkar sum eitt netverksfelag, ið leggur fram sjónarmiðini hjá vinnuni um radioaktivar flutningsspurningar, sæð út frá einum altjóða sjónarmiði.

Workshoppin – við luttøku av bæði myndugleikum og reiðaríum - gav m.a. eina kunning um øll viðurskifti í sambandi við flutning av urani, tvs. altjóða reglur, trygd, endurgjaldsábyrgd, trygging, pakking og sending.

Jan Fritz Hansen, varastjóri í Danmarks Rederiforening, setti workshoppina og legði dent á, at møguleikarnir fyri loysnum, sum WNTI hevur fyri flutningi av urani, eisini kunnu gera nyttu hjá skipaferðsluni.

Hetta er ikki minst galdandi í samband við flutning av urani í Grønland, sum sjálvandi eigur at verða grundaður á góðskuskipaferðslu í tøttum samstarvi við grønlendsku myndugleikarnar. Reiðarafelagið hyggur tí við áhuga at teimum átøkum og visjónum, ið arbeitt verður eftir í altjóða høpi innan hetta ofta avbjóðandi øki.

Kelda: Danmarks Rederiforening