
WTO fer nú at viðgera ES-boykottið móti føroyskum fiski
WTO hevur gjørt av at seta ein gerðarrætt at viðgera ES-handilsforðingarnar móti Føroyum.
ES setti í summar, saman við Norra, handilsforðingar í verk móti Føroyum sum revsing fyri einvísu føroysku hækkingarnar av silda- og makrelkvotunum.
Revsitiltøkini, sum framvegis eru galdandi fyri føroysk fiskifør, seta forboð móti fiski ella flutningi av sild og makreli ella vørum úr Føroyum, ið skuldu verið landaðar í ES-havnum. Eitt forboð, sum tó er undantikið force majeure ella neyðstøðu, sum umrøtt í grein 18 í Havrættarsáttmálanum hjá Sameindu Tjóða frá 1982.
Danmark stuðlaði í síni tíð føroyska sakarkravinum við eini fullmakt, sum Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, gjørdi nýtslu av og legði málið inn fyri Heimshandilsfelagsskapin WTO, til tess at vita, um lógarheimild var fyri blokaduni.
Mikudagin avgjørdi WTO so at seta ein gerðarrætt at fáa eina loysná fløktu ósemjuni.
Nýggjar samráðingar í næstu viku
Avgerðin hjá WTO kemur bert fáar dagar, áðrenn nýggjar samráðingar verða millum ES og Norra øðrumegin og Ísland og Føroyar hinumegin, har enn ein roynd verður gjørd at koma ásamt um kvoturnar á sild og makreli í Norðuratlantshavi.
- Tað er harmiligt, at Føroyar mugu nýta WTO gerðarrættarskipanina fyri at fáa ES handilstiltøkini sett úr gildi. Hetta er kortini eitt neyðugt stig, tí handilstiltøkini hjá ES stríða við altjóða handilsrætt, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, í eini viðmerking.
- Nú skulu limirnir í gerðarrættinum veljast, og partarnir fara at royna at semjast um tað. Um ikki eydnast at koma ásamt um henda spurning innan rímuliga tíð, ber til at biðja WTO aðalskrivaran um at virka sum semingsmann. Hetta verður væntandi avgreitt innan stutta tíð, sigur løgmaður.
Fríhandilsavtalurnar hjá WTO tryggja frían vøruflutning millum 159 lond.
Føroyska uppsjóvarvinnan hevur orsakað av ES-tiltøkunum verið noydd at finna sær aðrar marknaðir til fiskin, sum í høvuðsheitum er seldur til Russlands, Asia og Afrika.