* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Bingjuskipið, X-Press Pearl.

Ein roynd at sleipa eldløstaða bingjuskipið, X-Press Pearl, út á djúpri vatn er miseydnað. So nógvur sjógvur var likin inn í skipið í gjárkvøldið, mikukvøldið, at reyvin tá hvíldi á havbotninum, meðan groni framvegis sást, meðan roykur framvegis kemur úr lastrúmunum.

 

Fiskimálaráðharrin á Sri Lanka, Kanchana Wijesekera, váttar á Twitter, at bingjuskipið er við at søkka.

 

Alt fleiri av teimum 1.486 bingjunum, sum vóru umborð á skipinum, eru annaðhvørt útbrendar ella endaðar í havinum, har eitt størri øki nú er dálkað av eitrandi kemikalium og mikroplasti.

 

Tilburðurin verður mettur sum hin ringasta umhvørvisvanlukkan, sum nakrantíð hevur rakt Sri Lanka, og myndugleikarnir ætla bæði at krevja endurgjald frá reiðarínum og at rættarsøkja skiparan.

 

Kelda: Maritimedanmark



[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=j5Vfv3OBucU]
Sjónbandamyndir av brennandi og søkkandi bingjuskipunum.