* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Yara setur metstóran skrubbara í bingjuskip

Norska fyritøkan, Yara Marine Technologies, hevur sett ein nýggjan metstóran skrubbara í ein risastórt bingjuskip.

 

Reiðaríið, sum eigur bingjuskipið, ynskir at vera ónevnt, men talan er um høvuðsmotorar við 80 megawatt styrki.

 

Sambært Yara Marine Technologies er talan um ein blendings/hybrid-skrubbara. Talan skal eisini vera um størstu skrubbaraíseting yvirhøvur, og skrubbararnir taka útlát frá øllum teimum seks motorunum í bingjuskipinum.

 

Skipið, sum er útgjørt við einum 80 MW 2 stroke main høvuðsmotori og 5 hjálpimotorum, er longu í drift.

 

Kelda: Maritime Danmark