* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Ynskja flogrutu til Aberdeen

Nógvir føroyingar, ið starvast uttanlands, hava vent sær til Áhugafelagið Antares, tí teir eru misnøgdir við, at eingin flogruta er til Aberdeen, har fleiri føroyingar starvast innan oljuvinnuna.

Talan er um føroyingar, ið starvast innan frálandavinnuna og føroyingar ið sigla úti.

Sum støðan er í løtuni gongur leiðin fyrst til Danmarkar ella London, áðrenn tað slepst víðari. Hetta er troyttandi, tíðarkrevjandi og kostnaðarmikið.

Ein flogruta til Aberdeen hevði verði ein stórur lætti hjá teimum ið starvast uttandlands.

Einki er at ivast í, at eisini vinnulívsfólk, lesandi og onnur høvdu fegnast um og gjørt nýtslu av hesi flogrutu.

Og kanska høvdu eisini fleiri havt hug at gera ein stuttan "shoppingtúr" til Aberdeen.

Antares.fo hevur eina kanning á heimasíðuni, har eisini tú ert vælkomin at atkvøða.

Ásbjørn Jacobsen/antares.fo