* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar
























Fylg okkum á Facebook

 




 

Yvirmenn hjá Maersk Line venja seg at sigla í ísi

Til tess at lúka krøvini í nýggju Polar Code, eru fleiri yvirmenn hjá Maersk Line í hesum døgum á skúlabonki í Finnlandi fyri at verða undirvístir í at sigla í ísi. Yvirmenninir skulu gera tænastu umborð á teimum komandi 3.596 TEU feederskipunum hjá Maersk Line í Eystursjónum.

Undirvísingin fer fram á sjómansskúlanum Aboa Mare í Turku, sum m.a. ræður yvir nýmótans simulatorum við serligum fokusi á sigling í ísi.

Útbúgvingin er skræddaraseymað til Maersk Line og skal tryggja, at manningarnar á skipunum hjá Maersk Line, ið sigla í ísfyltum farvøtnum, lúka útbúgvingarkrøvini í nýggju Polar Code, umframt STCW krøvini, ið koma í gildi 1. juli næsta ár.

Kelda: Aboa Mare