* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar
























Fylg okkum á Facebook

 




 

Yvirskot í Atlantic Petroleum

 

Atlantic Petroleum hevði eitt nettoyvirskot í ársins fyrsta ársfjórðingi upp á 5,4 miljónir krónur, ein framgongd frá einum undirskoti upp á 15,8 miljónir krónur í sama ársfjórðingi 2016. EBITDAX fyri 1. ársfjórðing varð 6,8 miljónir krónur ímóti einum undirskoti upp á 15,5 miljónir krónur í fyrsta ársfjórðingi 2016.

”Lágu útreiðslurnar sum avleiðing av søluni av okkara norska virksemi saman við framleiðsluinntøkunum úr Orlando-økinum, ið væntast í seinna hálvárið 2018, merkja, at trygt grundarlag er skapt fyri einum framtíðar vøkstri hjá Atlantic Petroleum, og vit síggja fram til at økja um virksemið og avkastið í 2017”, sigur Ben Arabo, stjóri. 

Rakstrarúrslitið í 1. ársfjórðingi 2017 var upp á 6,8 miljónir krónurr, ein framgongd frá einum undirskoti upp á 31,7 miljónir í sama ársfjórðingi 2016.

Nettoognir/partabrævakapitalur vóru negativ 77,9 miljónir krónur. Hetta er ein bati frá 1. ársfjórðingi 2016 upp á 56,3 miljónir krónur. Bankaskuldin var 68,7 miljónir krónur.

Atlantic Petroleum væntar eitt positivt nettoúrslit fyri alt árið 2017.

Kelda: Atlantic Petroleum