* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Zeaborn leggur saman við Intermarine

Týska felagið, Zeaborn, fer helst at leggja saman við stóra amerikanska Intermarine. Tað skrivar TradeWinds. Zeaborn vil ongar viðmerkingar gera til tíðindini enn.

 

Leggja tey bæði feløgini saman, verða tey triðstrøsta MPP-felag í heiminum.

 

Meðan Intermarine hevur fleiri áratíggju á baki, er týska Zeaborn rættiliga nýtt. Felagið hevur eftir fáum árum bygt upp ein flota við MPP-skipum, bingjuskipum og leysfarmaskipum – í alt 165 skip. Talan hevur í høvuðsheitum verið um keyp og yvirtøku at verandi skipum, og ikki um nýbygningar.

 

Seinastu fýra árini hevur Zeaborn keypt millum annað Rickmers-Line, MCC Marine Consulting & Contraccting og stóra týska felagið E.R. Schiffahrt.

 

Shippingwatch.dk skrivar, at annar av stjórunum í Zeaborn, Jan-Hendrik Többe, fyri kortum segði í samrøðu við ShippingWatch, at felagið møguliga fer at keypa fleiri skip í næstum.

 

- Okkara mál er at vaksa verandi flota, og talan kann eisini verða um at keypa okkurt felag. Vit eru tilreiðar, um vit fáa rætta tilboðið, segði altso annar av stjórunum í Zeaborn, Jan-Hendrik Többe.

 

Kelda: www.shippingwatch.dk og TradeWinds.