Hví arbeiða føroyingar uttanlands?.
Hægri inntøkur. Skjótt vaksandi inntøkur. Lægri skattur. Góðir starvsmøguleikar.
Hetta eru fremstu orsøkirnar til, at føroysk arbeiðsmegi leitar uttanlands eftir arbeiði.
Tað er niðurstøðan hjá Magna Laksáfoss, búskaparfrøðingini, í frágreiðingini “Føroysk arbeiðsmegi uttanlands – ein fongur fyri samfelagið”, sum hann gjørdi fyri Áhugafelagið Antares og Føroya Skipara- og Navigatørfelag.
Hægri inntøkur
Fleiri staðir í frágreiðingini eru samanberingar millum føroysku inntøkurnar í útvaldum sambærligum vinnugreinum og inntøkurnar uttanlands.
Sjálvt um fyrivarni má takast fyri hagtølunum, eru ábendingarnar tó greiðar:
Í 2012 vóru inntøkurnar uttanlands munandi hægri enn føroysku inntøkurnar í líknandi vinnugreinum.
Fiskimenn uttanlands hava sambært hagtølunum munandi hægri miðalinntøku enn føroyskir fiskimenn, og somuleiðis hava arbeiðsfólk á landi og sjófólk í øðrum vinnugreinum enn fiskivinnuni munandi hægri inntøkur enn í líknandi størvum í Føroyum.
-Sjálvandi hevur ein hægri miðalinntøka ávirkan á, hvar fólk hava hug at starvast, heldur Magni Laksáfoss.
Skjótt vaksandi inntøkur
Umframt at inntøkustøðið var munandi hægri uttanlands enn í Føroyum í 2012, vóru týðilig tekin um, at munurin øktist.
Sambært hagtølunum vaksa inntøkurnar munandi skjótari uttanlands enn í Føroyum.
Seinnu árini hevur stórur partur av arbeiðsmegini uttanlands starvast í Noregi, har oljuídnaðurin hevur trýst lønarlagið uppeftir.
Hetta hevur sjálvsagt havt ávirkan á lønargongdina í hagtølunum, men hagtølini frá TAKS vísa, at lønarlagið í øðrum londum er einki aftanfyri lønarlagið í Noregi.
Ein partur av frágreiðingini fyri hækkandi lønarlagið er vaksandi starvsaldur, har t.d. yvirmenn umborð á skipum fáa hægri løn, alt eftir starvsaldri.
- Ein skjótt vaksandi miðalinntøka dregur fólk til sín, staðfestir Magni Laksáfoss.
Lægri skattur
Hagtølini frá TAKS geva greiðar ábendingar um, at skattagjaldingarnar uttanlands eru munandi lægri enn í Føroyum.
Hetta merkir, at størri partur av inntøkuni er eftir til løntakaran, tá skatturin er goldin.
Hetta sæst eisini aftur í størru nýtsluni hjá føroysku arbeiðsmegini uttanlands, sum harvið letur munandi meiri í MVG og øðrum gjøldum enn føroyska arbeiðsmegin í Føroyum.
- At fáa størri part av inntøkuni útgoldnað eftir skatt dregur eisini arbeiðsmegina til sín, sigur búskaparfrøðingurin.
Góðir starvsmøguleikar
Frágreiðingin vísir ikki starvsmøguleikarnar, men frágreiðingin, ‘Føroysk sjófólk, sum sigla í øðrum londum’ frá 2009, sum Magni Laksáfoss eisini var við til at gera, viðgjørdi m.a. hagtøl frá DIS, sum vístu, at flestu føroyingarnir sigldu sum yvirmenn.
Tað er greitt, at starvmøguleikarnir hjá t.d. føroyskum skipsførarum og maskinmeistarum eru avmarkaðir á føroyska arbeiðsmarknaðinum.
-Tí vilja góðu starvmøguleikarnir uttanlands virka lokkandi fyri hesa arbeiðsmegina, undirstrikar hann.
Til Føroya at arbeiða?
Ein spurningur, ið mangan er at hoyra í kjakinum, er, um føroyska arbeiðsmegin uttanlands ikki heldur átti at arbeitt í Føroyum?
Vanliga argumentið er, at arbeiðsmegin kundi verið við til at skapt virksemi í Føroyum heldur enn í útlandinum.
Til hetta hevur Magni Laksáfoss hesa viðmerking:
- Við tað at talan er um út við 2.500 størv, sum er nærum 10 prosent av samlaðu arbeiðsmegini í Føroyum, verður tað sera torført at finna størv í Føroyum til føroysku arbeiðsmegina uttanlands.
- Størvini eru ikki til í dag, og eingi líkindi eru fyri, at tey koma í nærmastu framtíð. Einans av hesi orsøk tykist sjónarmiðið um at flyta arbeiðsmegina til Føroyar høpisleyst.
- Harumframt er føroyska arbeiðsmegin uttanlands júst við til at skapa virksemi í Føroyum gjøgnum teirra forbrúk, sum fyri stóran part liggur eftir í Føroyum.
Tengd at uttanlands-inntøkuni
Magni Laksáfoss vísir til útrokningarnar, ið vísa, at umleið 12 prosent av føroyska BFI 'num og BTÚ 'inum eru tengd at inntøkuni frá arbeiðsmegini uttanlands.
-Um arbeiðsmegin ikki førir pening til landið, minkar talið av størvum í Føroyum, og harvið verður tað upp aftur torførari at finna størv í Føroyum til arbeiðsmegina.
- Greiningin vísir harumframt, at týdningurin av inntøkuni frá arbeiðsmegini uttanlands er seinastu árini vorðin so stórur, at hon er farin fram um Ríkisveitingina. Samanlagt vísir hetta okkum týðiliga, at føroyska arbeiðsmegin uttanlands er ikki nøkur byrða fyri samfelagið, men er ein vinningur fyri bæði samfelagið sum heild og fyri almennu kassarnar, er niðurstøðan hjá Magna Laksáfoss.
Øll frágreiðingin kann lesast her
Kelda: “Føroyska arbeiðsmegin uttanlands – ein fongur fyri samfelagið”.
Mynd: H. Folmer & Co