Búmerkið hjá felagnum
02. des. 2023

Føroyska arbeiðsmegin uttanlands – ein fongur fyri samfelagið.

Tað verður mangan ført fram, at føroyska arbeiðsmegin uttanlands er ein útreiðsla fyri føroyska samfelagið, tí hon ikki letur skatt í Føroyum. Hetta er als ikki í samsvari við veruleikan. Tað staðfestir Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur, í kanning, hann hevur gjørt fyri Føroya Skipara- og Navgatørfelag og Áhugafelagið Antares av búskaparliga árininum av, at umleið 2.500 føroyingar arbeiða uttanlands.

Sambært Magna Laksáfoss vísa hagtøl og útrokningar, at beinleiðis ávirkanin av inntøkuni frá arbeiðsmegini uttanlands á føroyska búskapin lá um 12 prosent í 2012.

Hetta merkir, at umleið 12 prosent av øllum størvum í Føroyum hava sín uppruna í inntøkuni frá arbeiðsmegini uttanlands.

Føroyski búskapurin hevði sostatt minkað við 12 prosentum, um inntøkan uttanlands fall burtur.

 Tølini vísa harumframt, at ein persónur í føroysku arbeiðsmegini uttanlands letur eins nógv til samfelagið, sum ein persónur, ið t.d. arbeiðir í alivinnuni ella fiskavøruídnaðinum.

 Munurin er bert, hvussu íkastið verður latið til samfelagið.

 Arbeiðsmegin uttanlands skapar fyrst og fremst eitt íkast gjøgnum nýtsluna av teirri inntøku, ið er skapt í útlandinum, meðan arbeiðsmegin í Føroyum letur størri part gjøgnum skattin.

 

Arbeiðsmegin uttanlands nógv økt

Stórur vøkstur hevur verið í føroysku arbeiðsmegini uttanlands seinastu árini.

Frá at hava ligið um 1 .500 fólk í tíðarskeiðinum 1997-2005, er arbeiðsmegin nú økt til 2.500 fólk, ella út við 10 prosent av føroysku arbeiðsmegini í Føroyum.

 Íroknað hesum er føroyska arbeiðsmegin í Føroysku Altjóða Skipaskránni, FAS, sum í 2012 er út við 800 fólk.

Samstundis sum talið er økt seinastu árini, er samansetingin av føroysku arbeiðsmegini uttanlands broytt nógv.

Í 1997 var mest talan um arbeiði á landi ella sjófólk undir DIS-skipanini, meðan seinnu árini er talið av fólki undir FAS og øðrum skipanum enn DIS vaksið munandi.

Serliga stórt er talið av fólki, sum arbeiða í Noregi undir ymiskum skipanum.

Umframt vøksturin í talinum av fólki er inntøkan vaksin enn meiri. Hetta kemst av, at miðalinntøkurnar eru vaksnar í sama tíðarskeiði og hevur hetta skapt ein munandi vøkstur í samlaðu lønarinntøkuni úr útlandinum, sum er út við trífaldað frá 1997 til 2012.

 

Meira enn ein miljard úr útlandinum

Samlaða lønarinntøkan úr útlandinum var í 2012 komin upp um 1.200 mió. kr.

Til samanberingar vóru lønargjaldingarnar úr alivinnuni 220 mió. kr. sama árið og úr fiskavøruídnaðinum 300 mió. kr.

Ein spurningur, ið mangan er at hoyra í kjakinum er, um føroyska arbeiðsmegin uttanlands ikki heldur átti at arbeitt í Føroyum.

Vanliga argumentið er, at arbeiðsmegin kundi verið við til at skapt virksemi í Føroyum heldur enn í útlandinum.

-Við tað at talan er um út við 2.500 størv, sum er nærum 10 prosent av samlaðu arbeiðsmegini í Føroyum, verður tað sera torført at finna størv í Føroyum til føroysku arbeiðsmegina uttanlands. Størvini eru ikki til í dag, og eingi líkindi eru fyri, at tey koma í nærmastu framtíð, skrivar Magni Laksáfoss og heldur fram:

- Einans av hesi orsøk tykist sjónarmiðið um at flyta arbeiðsmegina til Føroya høpisleyst. Harumframt er føroyska arbeiðsmegin uttanlands júst við til at skapa virksemi í Føroyum gjøgnum teirra forbrúk, sum fyri stóran part liggur eftir í Føroyum.

- Útrokningarnar vísa, at umleið 12 prosent av føroyska BFI 'num og BTÚ 'inum eru tengd at inntøkuni frá arbeiðsmegini uttanlands. Um arbeiðsmegin ikki førir pening til landið, vil talið av størvum í Føroyum minka, og harvið vil tað verða enn torførari at finna størv í Føroyum til arbeiðsmegina, slær Magni Laksáfoss fast.

-Greiningin vísir harumframt, at týdningurin av inntøkuni frá arbeiðsmegini uttanlands er seinastu árini vorðin so stórur, at hon er farin fram um Ríkisveitingina. Samanlagt vísir hetta okkum týðiliga, at føroyska arbeiðsmegin uttanlands er ikki nøkur byrða fyri samfelagið, men er ein vinningur fyri bæði samfelagið sum heild og fyri almennu kassarnar.

 

Dagføring av 2009-kanning

Nýggja kanningin er ein dagføring og víðkan av kanningini, 'Føroysk sjófólk, sum sigla í øðrum londum', sum Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning gjørdi í november 2009.

Endamálið hjá Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Áhugafelagnum Antares við kanningini er at fáa eitt yvirlit yvir, hvussu gongdin hevur verið seinastu árini.

Samstundis er kanningin víðkað, soleiðis at meðan kanningin frá 2009 var avmarkað til at fevna um sjófólk, fevnir henda kanningin um allar bólkar av føroyskari arbeiðsmegi, ið starvast í útlondum.

Kanningin lýsir teir ymisku bólkarnar og fortreytirnar, bólkarnir arbeiða undir.

Støddin av bólkunum og inntøkan hjá teimum verður lýst.

Kanningin endar við eini samlaðari uppgerð av øllum bólkunum undir einum, soleiðis at lesarin fær eina samlaða fatan av, hvønn týdning teir hava fyri føroyska samfelagið og fyri almenna geiran.

 

Øll frágreiðingin kann lesast her

 

Kelda:"Føroysk arbeiðsmegi uttanlands - ein fongur fyri samfelagið"