Búmerkið hjá felagnum
02. des. 2023

Føroysk sjófólk starvast kring allan heimin.

Umframt í FAS, DIS, DAS, NIS og NOR, starvast føroysk sjófólk undir hópin av øðrum skipaskráum. Hetta kemur fram í frágreiðingini hjá Magna Laksáfoss, búskaparfrøðingini, undir heitinum “Føroysk arbeiðsmegi uttanlands – ein fongur fyri samfelagið”.

DIS, Dansk Internationalt Skibsregister, er at líkna við FAS.

Ein munur er tó, at meðan fólk undir FAS gjalda skatt, sum síðan verður latin aftur til reiðaríini, verður inntøkan undir DIS goldin sum netto-inntøka, tvs. skatturin verður afturhildin innan útgjald.

Hetta ger tað truplari at sammeta inntøkurnar.

 

Tal av fólki undir DIS

Talið av fólki undir DIS hevur ligið rættiliga støðugt um 400-500 í tíðarskeiðinum frá 1997 til 2012.

Til samanberingar er talið av føroyingum undir FAS økt úr 200 upp í knapt 800 í sama tíðarskeiði.

Samlaða inntøkan hjá sjófólki undir DIS er økt munandi seinastu árini.

Í 1997 var inntøkan 80 mió. kr., meðan hon í 2009-2010 var meiri enn tvífaldað til góðar 170 mió. kr.

Vøksturin hevur serliga stavað frá hægri miðalinntøkum.

Seinastu árini er samlaða inntøkan minkað nakað, serliga orsakað av minkandi tali av fólki.

 

Tal av fólki undir øðrum skipanum

Talið av fólki undir øðrum skipanum hevur ligið upp móti 200 fram til 2006.

Frá 2007 tók talið tó at vaksa og lá í 2012 um 500 fólk.

Samlaða inntøkan hjá sjófólki undir øðrum skipanum enn FAS og DIS er økt munandi seinastu árini.

Í tíðarskeiðinum 1998-2006 var inntøkan um 50 mió. kr., meðan hon í 2007-2012 fleirfaldaðist til góðar 300 mió. kr. Vøksturin stavar bæði frá hægri miðalinntøkum og vaksandi tali av fólki.

Miðalinntøkan hjá sjófólki undir øðrum skipanum enn FAS og DIS er nærum trífaldað, úr kr. 200.000 til kr. 600.000 í tíðarskeiðinum frá 1998 til 2012.

Til sammetingar var miðalinntøkan undir FAS umleið 300.000 og undir DIS 400.000 í 2012.

 

Forkanning, rannsókn, kolvetni o.a.

Í 2012 vóru 247 í bólkinum Forkanning vm., harav nógv tann størsti parturin í Noregi, har 1 72 starvaðust í 2012.

Næst eftir Noreg var Stórabretland við 19, USA við 13, Danmark við 10 og at enda 'onnur lond ' við 33.

Onnur lond vóru: Týskland, Aserbadjan, Egyptaland, Mauritania, N igeria, Ekvatorial Guinea, Angola, Grønland, Jomfrúoyggjarnar, Surinam, Brasilia, Uruguay, Katar, Arabisku Emiratini, Thailand, Malaysia, Singapore, Australia og New Zealand.

Umframt nevndu tøl vóru eisini 3 í vinnuni í útlandinum, sum starvaðust fyri føroyskar arbeiðsgevarar.

 

Veitingarskip, farma-/ferðaf.fl., cruise, ferjur, bjargingarskip

Í 2012 starvaðust 270 í útlandinum umborð á veitingarskipum vm.

Eisini her var nógv tann størsti parturin í Noregi við 232 fólkum.

Av restini starvaðust 18 í Danmark og 20 í øðrum londum. Onnur lond vóru: Holland, Stórabretland, Angola, USA, Grønland, St. Vincent og Grenada, Brasilia, Katar, Singapore, Australia, Vanuatu og Marshalloyggjar.

Umframt nevndu tøl vóru eisini 5, sum starvaðust í útlondum fyri føroyskar arbeiðsgevarar.

23 starvaðust á brunnbátum í 2012.

12 starvaðust í Danmark, meðan 11 starvaðust í øðrum londum. Onnur lond vóru Portugal, Noreg og Singapore.

 

Føroyskir fiskimenn uttanlands

Seinasti bólkurin av føroyskum sjófólki, ið starvast uttanlands eru fiskimenn.

Hagtøl yvir henda bólkin eru tíverri ikki heilt álítandi. Tølini fyri 2010-2012 eru tey frægastu, meðan eldru tølini eru minni álítandi.

Partur av hagtølunum eru fingin frá TAKS, annar partur er fingin frá Grønlands Statistik, og restin eru egnar metingar.

Talið av fiskimonnum uttanlands

Talið av fiskimonnum er mett til at hava ligið rættiliga støðugt á umleið 400 í øllum tíðarskeiðinum 1997-2012.

Býtið uppá lond er tó broytt, soleiðis at talið í Grønlandi og Kanada hevur verið í minking, meðan talið í øðrum londum er økt.

Samlað inntøka hjá fiskimonnum uttanlands

Samlaða inntøkan hjá fiskimonnum uttanlands er økt spakuliga fram til 2006 og síðan økt munandi seinastu árini.

Í tíðarskeiðinum 1997-2006 var inntøkan um 100-150 mió. kr., meðan hon í 2007-2012 øktist til nærum 300 mió. kr. Vøksturin stavar frá hægri miðalinntøkum.

Miðalinntøkan hjá fiskimonnum uttanlands er nærum trífaldað úr knøppum kr. 300.000 til kr. 720.000 í tíðarskeiðinum frá 1997 til 2012.

Til sammetingar var miðalinntøkan undir FAS umleið 300.000 og undir DIS 400.000 í 2012

Øll frágreiðingin kann lesast her

 

Kelda: Føroysk arbeiðsmegi uttanlands – ein fongur fyri samfelagið