500 føroyingar arbeiða á landi uttanlands.
Bólkurin við føroyingum, ið arbeiða á landi uttanlands, hevur verið fyri stórum broytingum seinastu 20 árini.
Í kreppuni í 1990-unum leitaðu nógvir handverkarar sær uttanlands, m.a. til Týsklands, tí einki arbeiði var at finna í Føroyum.
Tá var tað serliga mangul uppá arbeiði, ið fekk fólk at leita sær uttanlands.
Seinastu árini hava vit sæð hópin av arbeiðsfólki leita sær uttanlands, men í mun til í 1990-unum er tað nú meiri høga lønarlagið uttanlands, ið dregur fólk til sín.
Tað kemur fram í frágreiðingini hjá Magna Laksáfoss, búskaparfrøðingini, undir heitinum “Føroysk arbeiðsmegi uttanlands – ein fongur fyri samfelagið”.
Hesi fólkini taka sambært frágreiðingini munandi inntøkur heim við sær, ið koma í umfar í Føroyum og eru harvið við til at styrkja um inntøkugrundarlagið í samfelagnum.
Hagtalsgrundarlag
Í skipanini hjá TAKS hevur bólkurin við fólki, sum eru búsitandi í Føroyum og arbeiða á landi uttanlands, verið í bólki saman við eftirlønarinntøkum úr útlandinum og er fyrst útskildur í serstakan bólk í 2010.
Tí finnast einans verulig hagtøl fyri tíðarskeiðið 2010-2012.
Fyri at fáa eina góða ábending um gongdina yvir eitt longri tíðarskeið eru útrokningar gjørdar, ið við avmarkaðari óvissu kunnu lýsa gongdina aftur til 1997.
Tal á føroyingum , ið arbeiða á landi uttanlands
Hagtølini fyri føroyingum, ið arbeiða á landi uttanlands, eru við at verða útskilt í serstakan bólk í skipanini hjá TAKS.
Tað sæst, at sundurgreiningin í ‘Eftirløn’ og ‘Arbeiði á landi’ er byrjað í 2010 og er komin rættiliga væl áleiðis í 2011 og 2012.
Tølini fyri 2010 tykjast tó ikki serliga eftirfarandi, við tað at bólkurin ‘ótilskilað’ enn er rættiliga stórur.
Í 2011 vóru tað 281 fólk búsitandi í Føroyum, ið høvdu arbeiði á landi uttanlands. Í 2012 var talið økt til 427.
Flest í Noregi
Í 2012 arbeiddu 293 av teimum 427 fólkunum í Noregi, svarandi til 69 %. Næst eftir hesum kom Danmark við 61 fólkum (14%), Svøríki 29 fólk (7%), Grønland 23 fólk (6%), meðan 18 (4%) arbeiddu í øðrum londum.
Onnur lond vóru í 2012: Stórabretland, Grikkaland, Spania, Ísland, Póland, Rumenia, Russland, Rwanda, Surinam, Chile, Falklandsoyggjarnar og Kina.
Lutfalsliga stóra arbeiðsmegin í Noregi sást eisini í 2011, við tað at í 2011 arbeiddu 171 í Noregi, svarandi til 64 % av samlaðu arbeiðsmegini uttanlands.
Útrokningin av søguligu tølunum taka støði í hagtølunum frá TAKS, har góð hagtøl finnast fyri uttanlandsinntøkur, ið fevnir bæði um fólk ið arbeiða á landi og um eftirlønir frá útlendskum pensiónsgrunnum.
Sum nevnt, eru einans seinastu tvey árini sundurgreinaði í arbeiðsinntøkur og eftirlønir.
Gongdin í eftirlønunum
Fyri at greina bólkin sundur øll árini er valt at taka støði í at meta um gongdina í eftirlønunum, við tað at gongdin í hesum bólkinum væntandi er lík gongdini í samlaða talinum av eftirlønarmóttakarum í Føroyum.
Bólkurin ‘ótilskilað’, sum í 2011 og 2012 er uml. 10 prosent av samlaða bólkinum, er býttur í tvey, og helmingurin er mettur at vera eftirlønir og hin helmingurin er mettur at vera arbeiðsinntøka.
Útrokningin gevur hesa myndirnar: Talið á føroyingum, ið arbeiddu á landi uttanlands lá omanfyri 500 í 1997 fyri síðan at minka niður á uml. 200 í tíðarskeiðinum 2002- 2010.
Frá 2011 er talið vaksið aftur og liggur nú á millum 450 og 500.
Hetta merkir, at hóast óvissuna í útrokningini, kann tað staðfestast, at síðan kreppuna í 90-unum hava ongantíð arbeitt so nógv uttanlands sum í 2012.
Miðalinntøkan hjá føroyingum, ið arbeiða á landi uttanlands
Verður hugt eftir miðalinntøkuni sæst, at hon hevur ligið á uml. 200.000 øll árini frá 1997 til 2010.
Í 2011 og 2012 er hon hækkað upp á umleið 300.000.
Her er talan um stóran vøkstur seinastu tvey árini, og er hetta uttan iva ein av frágreiðingunum um stóra vøkstrinum á talinum av fólki, ið arbeiða á landi uttanlands.
Ein høg løn vil ofta draga fólk til sín.
Samlaða inntøkan hjá føroyingum, ið arbeiða á landi uttanlands, lá á knøppum 100 mió. kr. í 1997 og á umleið 60-70 mió. kr. í tíðarskeiðinum 1998-2001, fyri síðan at minka niður á 40-50 mió. árliga í tíðarskeiðinum 2002- 2010.
Í 2011 vaks hon upp á 89 mió. og í 2012 kom hon upp á 142 mió. kr.
Tað eru sostatt týðilig tekin í hagtølunum um, at bæði talið á arbeiðsfólkum í útlandinum og inntøkan eru økt munandi.
Samanbera vit miðalinntøkuna hjá føroyingum, ið arbeiða á landi í Føroyum og hjá teimum, ið arbeiða á landi uttanlands, er eyðsæð, at stórur munur er á inntøkugongdini.
Noreg í serflokki
Serliga í 2011 og 2012 hava møguleikarnir fyri at fáa stóra inntøku uttanlands verið serliga góðir.
Noreg er í serflokki, við tað at miðalinntøkan øll árini er hægri í Noregi enn í hinum londunum.
Danmark og Grønland geva lægst miðalinntøku til føroyingar, ið arbeiða á landi uttanlands, meðan onnur lond geva hægri inntøku.
Vøksturin í miðalinntøkuni hevur verið stórur í bólkinum ‘onnur lond’, soleiðis at miðalinntøkan í hesum londum var nærum ájavnt ta norsku í 2012. Svøríki er fyrst útgreinað í 2012 og er nærum ájavnt í miðalinntøku við Noreg og onnur lond.
Øll frágreiðingin kan lesast her
Kelda: Føroysk arbeiðsmegi uttanlands – ein fongur fyri samfelagið
Mynd: Petrolink