400 føroyskir fiskimenn uttanlands.
Tað finnast tíverri ongi álítandi tøl um tað.
Men sambært hagtølum frá Taks og Grønlands Statistik umframt egnum metingum, starvaðust í tíðarskeiðnum 1997-2012 umleið 400 føroyskir fiskimenn uttanlands.
Tað upplýsir Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur, í frágreiðing síni “Føroysk arbeiðsmegi uttanlands – ein fongur fyri samfelagið”, sum varð almannakunngjørd herfyri.
-Talið av fiskimonnum er mett til at hava ligið rættiliga støðugt á umleið 400 í øllum hesum tíðarskeiðinum. Tó er býtið uppá lond broytt, soleiðis at talið í Grønlandi og Kanada hevur verið í minking, meðan talið í øðrum londum er økt, sigur Magni Laksáfoss sambært frágreiðingini.
Samlað inntøka hjá fiskimonnum uttanlands
Samlaða inntøkan hjá fiskimonnum uttanlands er økt spakuliga fram til 2006, og síðan økt munandi seinastu árini.
Í tíðarskeiðinum 1997-2006 var inntøkan um 100-150 mió. kr., meðan hon í 2007-2012 øktist til nærum 300 mió. kr.
Vøksturin stavar frá hægri miðalinntøkum.
Miðalinntøka hjá fiskimonnum uttanlands
Miðalinntøkan hjá fiskimonnum uttanlands er nærum trífaldað úr knøppum kr. 300.000 til kr. 720.000 í tíðarskeiðinum frá 1997 til 2012.
Øll frágreiðingin kan lesast her
Kelda: Føroysk arbeiðsmegi uttanlands – ein fongur fyri samfelagið