Hoyringsskriv til broyting í Heilsutrygdarlógini.
Antares fegnast um at landstýrið langt um leingið viðgongur at Heilsurtygdarlógin er í stríð við altjóða sáttmál. Samstundis verður staðfest at henda broyting skuldi verði gjørd fyri 12 árum síðani.
Hoyringsvar til ”Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd (Heilsutrygdarlógin)”
Felagið Antares fegnast um at Heilsutrygdarlógin verður broytt, so hon er meira í samsvar við Norðurlandasáttmálan um sosiala trygd. Henda broyting skuldi verði framd fyri einum 12 árum síðani.
Uppskotið hevur verði frammi fyrr, í 2017/18, men kom ongantíð aftur úr nevnd. Síðani hevur málið verði í Føroya Rætti og Landsrættinum. Báðu ferð hevur Heilsutrygd tapt. Nú hevur Heilsutrygd søkt um at slepppa í Hægstarætt. Antares bíðar í spenningi eftir avgerðini frá Procesbevillingsnævnet.
Antares undrast á at Heilsutrygd velur at blíva við at brúka skattaborgarans pengar at føra eina sak sum Heilsutrygd hevur tapt í øllum liðum, og nú Heilsumálaráðið hevur sent hetta uppskot í hoyring, sýnist Landstýrið at taka avgerðirnar hjá Kærunevnd og rættarskipan til eftirtektar. Eisini hevur Løgtingið samtykt uppskotið frá Landstýriðnum um at strika §154b í skattalógini. Ein ein avgerð sum vísur at Landstýrið hevur góðtikið avgerðirnar frá Kærunevndini og Rættarskipanini.
Samstundis undrast Antares á at onki verður skriva um tær fíggjarligu avleiðingarnar rættarmálið kann hava á Heilsutrygd. Hvussu stórt endurgjald kan vera vita vit ikki við vissu, men meta at talan er um 30-40 mió pluss rentur.
Antares heldur, at uppskotið vendir skeivt í mun til avgerðir tiknar av Kærunevnd og rættarskipan. Sambært uppskotinum skal ein borgari søkja um undantak. Men avgerðirnar vísa á at heimild ikki er at krevja gjaldið inn. Tí eigur ein borgari ikki at gjalda, um hann hevur goldið til annað norðurland sambært Sáttmálnum. Hesar upplýsingar hevur Taks frá sjálvuppgávuni hjá borgaranum. Tí má tað verð myndugleikans uppgáva at lata vera við at krevja borgaran eftir ólógligum gjaldi.
Tað er Løgtingið, ið hevur samtykt at gerast partur av Sáttmálanum. Heilsutrygd, saman við Heilsumálaráðnum, hevur valt at fara eftir ósekum borgarum, sent pantifútar og fingið norskar mynduleikar at afturhalda løn hjá hesum óseku fólkum. Hetta hóast Kærunevnd og Rættarskipan hava givið borgarum viðhald. Hetta er sera ódámligt og hoyrir ikki heima í einum rættarsamfelag. Tí heitir Antares á Heilsumálaráðið at taka upp samráðingar við myndugleikarnar í hinum sáttmálalondunum um møguleika at fáa ein part av gjaldinum til skipanir í hesum londum fluttan til Føroyar, um endamálið er at fáa pengar frá borgarum sum eru undir hesum skipanum.
Eitt annað eru føroyskir fiskimenn uttanlands. Taka vit teir í Norra sum dømi, so rinda teir hvørja krónu í skatti her heima, men eru limir í NAV, tí tað skulu teir vera. Ta gjaldið er av longu skattaðum pengum. Tá teir skulu gjalda skattin her heima, tá sleppa teir ikki at draga tað frá skattinum, og við verandi lóggávu, so fara teir eisini at gjalda skatt av útgjøldum hagani, Tvs at teir skulu gjalda við inngjaldi í Norra, tá skatturin skal rindast her heima, og so fyri triðju ferð við útgjaldi úr NAV í sambandi við sjúku
So nú lógin skal broytast, so er skilabest at taka tað við beinanvegin