Hoyringskriv til Barsilslógina.
Skeivleiki í verandi lóg má rættast
Felagið Antares ynskir í samband við ætlaðu broytingarnar í Barsilslógini at vísa á ein skeivleika sum er í verandi lóg.
Tá Barsilslógin var broytt í desembur 2017 og pápar fingu 2 vikur farloyvið afturat, manglaði ein áseting at vera gjørt um, at tær 4 vikurnar, ið eru til pápan, nú eisini sammóðir, kunnu gevast til hitt foreldrið.
Trupuleikin er at summar familjur eru har annar makin arbeiðir uttanlands, og tí ikki er umfataður av føroysku barsilslógini. Onki inngjald og onki útgjald. Hetta ger at børn hjá hesum familjum ikki hava 52 vikur farloyvið saman við sínum foreldrum.
Antares heitir tí á Umhvørvismálaráði at fá eina broyting við í uppskotið, sum tryggjar at tær 4 vikurnar, ið er markaðar til hitt foreldri, vera fluttar til mammuna, um so er at hitt foreldrið ikki er umfata av Barsilslógini