Nú er endaspurturin eftir. Hann kann saktans gerast harður..
Viðmerking frá fyrrverandi formanninum í Antares, Dánjal Jákup Meinertsson
Ikki 12, sum pressan hevur fingið tað til, men 11 ár. So longi hevur tað tikið at fáa eina avgerð. Ein avgerð, sum í roynd og veru varð tikin hin 14. Novembur 2014. Altso fyri 10 árum síðan. Tann avgerðin, sum gjørdi greitt at Nordisk Konvention om Social Sikring eisini er galdandi fyri Føroyar og at Løgtingslóg um Stýrisskipan Føroya eisin er galdandi fyri Heilsutrygd.
Men tey næstu 7 árini, til stevningina í 2021, nýtti Heilsutrygd til at spæla hund við rættartrygdini. Júst hendan vinkulin havi eg roynt at seta fokus á, men tað hevur pressan havt lítlan áhuga fyri.
Útgjaldingini, sum HT nú møguliga stendur fyri, kunnu tey fyri tað mesta bara takka sær sjálvum fyri. Tí avgerðin um hetta kundi verið tikin í 2014 ella 15. Men orsaka av teirra dráli, er hon ikki tikin fyrr enn nú í 2024 og verður kanska drigin út í langa tíð afturat. Alt meðan afturgjaldsupphæddin gerst størri sum dagarnir ganga.
Fyri meg og okkum sum ein sterkur mótpartur, hevur hendan tíðin verið frustrerandi, men á ongan hátt hava vit nakrantíð hugsa um at gevast.
Men um tað nú hevði verið onkur annar borgari við minni orku og veikari baklandi, er onki at ivast í at HT hevði vunnið bardagan. Bara við at møða mótstøðuna niður. Sektin liggur á hvat er rangt og rætt. Bara at vinna.
Men okkara samanhald hevur vunnið á yvirvøldini, skrivstovukrakkaveldinum, embætisfólkunum, sum halda at vit, ið arbeiða uttanlands, eru ein steinur í skógnum hjá føroyska samfelagnum.
Uttan mun til vanvirðingina fyri rættartrygdini, ið HT, heilsumálaráðið og løgmansskrivstovan tykjast hava, hava kæruskipanini, Føroya Rættur, Eystari Landsrættur og nú procesbevillingsnævnet, tveitt tað aftur í høvdið á teimum. Við fynd.
Hvat munnu tey nú fara at finna uppá? Tí heilt síðan annan mars 2013, tá eg sendi teimum prinsippiellan fyrispurning, ið var reistur á aðalfundi hjá Antares í januar, hava tey brúkt óendaligt drál sum vápn at fáa okkum at gevast.
Eisini í tíðini eftir at kært varð í 2014, var drálið teirra vápn. Vanvirðingin fyri kærustovninum og løgtingsins umboðsmanni var ósigilig. Fleiri ár fóru til drál og okkurt árið inniímillum valdaði deyðans tøgn. Onki var at hoyra og ikki fekst orð á HT.
Men enn ein avgerð í 2019 gav teimum ikki fleiri møguleikar at drála. Júst tí var eg fegin um dómin í Føroya Rætti, tí hann gav teimum onki val.
Og av júst somu orsøk, var eg ikki við fagnaðarkórinum, eftir dómin í landsrættinum. Tí hann gav HT júst tann møguleikan aftur. Tí ynskti eg at procesbevillingsnævnet gav Hægstarætti møguleikan at viðgera málið. Tí tá skuldi hægstirættur taka støðu til báðar rættarúrskurðirnar frammanundan. Altso bæði at vit høvdu rætt og at HT ikki kundi stevna okkum.
Nú stendur bara eftir at HT kann ikki stevna okkum, men átti at stevnt kæsunevndini. Og tað var júst umberingin, íð HT tørvaði at draga málið út í langa tíð afturat. Kanska eitt ella tvey ár.
Tí er nú umráðandi at vit trýsta. Tey mugu hvørki fá svøvnfrið ella matnáðir. Vit mugu krevja at dómarnir í Føroya Rætti og í Eystara Landsrætti verða tiknir til eftirtektar og at tey skulu gjalda við kassa 1 her og nú. Um tey ikki gera tað, má fútarætturin fáa málið nú beinanvegin.
Tá vera tey noydd at gera okkurt, taka støðu, so vit sleppa víðari. Tí annars fer aftur at valda tøgn í langa tíð og onki fer at henda.
Takk fyri, góðu felagar, fyri gott samanhald. Hetta er okkara sigur, sigurin fyri felagsskapin.
Men minnist til at nú er endaspurturin eftir. Hann kann saktans gerast harður.