Búmerkið hjá felagnum
22. mar. 2024

Góður aðalfundur .

22 limir vóru møttir til aðalfund 15 mars í hølinum hjá FAER í Vestmanna.

Fundurin byrjaði við formansfrágreiðingin.  Petur Mohr,fundarstjóri, las upp vegna Magna Skaale, formann, í var burturstaddur í arbeiðsørindum. Niðanfyri eru nøkur brot endurgivin

"Seinasta tíðin hevur verið merkt av einum slag av eufori, at heilsutrygdarmálid endiliga er liðugt. Men til tykkum, sum halda tað, fari eg at siga, at tað er avgjørt ikki víst."

"Bardagin er ikki eins. Heilsutrygd fær harraboð úr heilsumálarádnum, at HT skal koyra sakina. HT má gera eftir harraboðum, og má biðja taks krevja pengarnar inn. Taks kann bara siga, at teimum er álagt at krevja inn, tá vit kæra til taks. Tá vit kæra til Heilsumálaráði, so vaska tey sínar hendur, og siga at hatta er eitt mál millum okkum, HT og taks. Samstundis koyrir sakin í ymsu kærustovnunum og meðan almennu Føroyar kunnu brúka almennar pengar uppá eina sak, so mugu privatpersónarnir brúka egnar pengar."

"Eitt annað mál, sum hevur fylt nógv í nógv ár, er føroysku fiskiskipararnir í Norra. Stutt sagt, so sigur deltakerloven, at «føreren av et fiskefartøy skal være norsk statsborger, bosittende i en kystkommune eller nabokommune til en kystkommune, eller eier av fartøyet»
Tó kunnu undantøk gevast, og tað eru hesi undantøk, sum hava loyvt føroyingum at sigla sum skiparar. Men hesi undantøk eru nú tikin aftur. Tað merkir, at onkrir skiparar eru fluttir, og skatta so fult í Norra. Trupulleikin er, at familjan býr her, og tí taka Føroyar fullan skatt eisini. Tað merkir, at skattaprosentið fer uppum 90 og nærkast teimum 100, tá tvungna eftirlønin verdur tikin aftrat."

"Eingin vilji at gera nakað, eingin hugur at hjálpa. Møguleikin er har. Vit kunnu hava føroyskar fiskiskiparar í Norra. Lógarverkið kann snikkast til. Vit hava skotið upp at gera eina §25c í skattalógini, sum skal siga «um fólk av arbeiðsávum mugu flyta til annað land, so kunnu tey vardveita síni fullu rættindi og fullu skyldur í Føroyum, um tey gjalda skatt við linking»

Í hasum var ætlanin at fáa eina nýggja vinnu upp at standa, umframt at vit kundu behalda fiskiskipararnar í Norra. Heimsins skjótast vaksandi vinna er vindmyllu ídnadurin. Stuðlað við milliardum av dollarum og evrum. Enn er einki krav um førleikakrøv til surveyararnar (klientarnar), men eitt felag hevur lagt seg á tann marknaðin, og sýnist at hava lobby’a seg fram til næstan monopol sumstaðni. Vit hava verði í sambandi við fólk, sum hava royndir innan øki. Hesi eru huga at koma at undirvísa lærarum á vinnuháskúlanum, so at fólk víð ymsum førleikum kunnu «uppstigast» til at vera surveyarar. Vinnuháskúlin er áhugadur, og hetta kann geva skúlanum nøkur arbeiðsplass og eitt bein aftrat at standa á og útlendingar at koma higar at útbúgva seg og Føroyum 4-500 surveyarar komandi 30 árini, men skattaumleggingin, saman við illviljanum í fyrisitingini, drap ætlanina.

Nakrir føroyingar fara helst at verda surveyarar, men Føroyar fara ikki at fáa nakran ágóða av tí. Teir fara at búgva aðrastani enn her heima – og tá krøvini um góðkenda útbúgving fara at koma, tá verdur Vinnuháskúlin ikki partur av kappingini

Nýggja heimsmyndin hevur broytt okkara arbeiðsumstøður. Vit eru at rokna sum triðjaland í ES høpi. Á sama støði sum Norðurkorea, Ný Sæland, Uruguai, Kanada o.s.fr..

Og tað sæst best við hesum døminum: Eitt norsk frálandaskip skuldi gera eitt arbeiði nær eini franskari strond. Skiparin var føroyingur. Tá fransar funnu útav tí, kom eldur í skálan. Hann slapp ikki at vera skipari, og hann slapp ikki at vera yvirstýrimaður. Tí hann var føroyingur, og tískil hvørki ES ella EØS borgari.

Við eini 25c í skattalógini kundu vit flutt til Danmarkar og á tann hátt verði í ES og enn búð her heima."

"Skattaumleggingin ger, at antin mugu teir flyta av landinum, ella halda seg heima.

Og eitt samfelag, sum hegnar fólkið inni, hevur ongantíð verið eitt gott ella ríkt samfelag.

Føroyar er tað landið í nútíðarsøgu, sum hevur longst siðvenju at fólk fara av landinum at arbeiða, meðan tey búgva her. Tað hevur kravt umstilling. Og Tað hava vit megna." 

 

Síðani var roknskapurin lagdur fram og góðkendur. Tað sama var limagjaldi og nevndarsamsýningar.

Onki nevndarval var á skránni. Øll nevndin ynskti at halda fram og onki mótvalevni var.

Eitt mál var komið inn, har ein limur ynskti at fáa felagið at arbeiða við. Hann hevði gjørt íløgu í eina hitapumpu, og hevði fingið játta at fáa MVG afturgoldið. Tá hann skuldi fáa MVG endurgoldið, var tað mótrokna av í tí sum Heilsutrygd segði hann skyldaði í HT gjaldi. Hetta var hann sera missnøgdur við vísandi til dómarnar í júst hesum máli, har HT hevur tapt í øllum liðum. Felagið hevur vent sær til politiska myndugleikan við hesum. Tað nýggjast er at Taks hevur hálsa um og valt at endurrinda MVG. 

Til seinast var Johnny í Grótinum og greinaði kanningina sum Deloitte gjørdi vegna Antares. Kjakið gekk lívliga millum fundar luttakarnar og komu nógvir spurningar fram, sum felagið fer at arbeiða víðari við.