Búmerkið hjá felagnum
19. nov. 2024

Trump og Ruth, tollmúrar og proteksjonisma (1. partur).

Orsøkin sigst vera, at hon hevur megnað at fáa eitt risaundirskot í bestu tíðum. So nú skal alt setast inn, eisini lógarbrot, fyri at fáa hetta at bera til.

Fyrsta lógarbrotið er, at hon loyvir Bakkafrost at sigla undir FAS skipanini við skipum, sum sigla av Gulanum inn á Skálafjørðin. Tað er brot á Løgtingslóg nr 78 frá 10 mars 1992 um føroysku altjóða skipaskránna. § 4. 3) Skip, sum eru skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskránni, mugu ikki flyta ferðafólk ella farm millum føroyskar havnir”. Hetta lógarbrot merkir, at Bakkafrost fær allan skattin aftur frá skipara og manning, og landskassin missir hesar skattainntøkurnar

At fara eftir handverkarum, fyri at geva stórkapitalinum ólógligar sersømdir er ikki dámligt, men væl er telvað, tá til ber at fáa flokkarnar báðar, sum hava arbeiðaraflokkur og flokkur verka-og fiskimann í teirra skildri, at ganga við til slíkt óreglusemi

Síðani er sannlíkt, at hon brýtur stýrisskipanarlógina § 52. “Landsstýrið hevur málsræði í førum, sum heimastýrinum er heimilað at tingast við og gera avtalur við onnur lond.
Stk. 2. Uttan samtykki løgtingsins kann landsstýrið tó ikki gera avtalur, sum krevja luttøku løgtingsins fyri at verða útintar, ella sum annars eru týdningarmiklar.
Stk. 3. Samstundis sum slík avtala verður løgd fyri løgtingið til góðkenningar, boðar landsstýrið frá, hvørjar løgtingslógir og hvørji ríkislógartilmæli, neyðug eru, til tess at millumlandasáttmálin kann verða útintur.”

Ruth hevur ikki havt málið í uttanlandsnevndini, sum hon skal smb § 54. “Løgtingið velur millum løgtingsmenn eina uttanlandsnevnd við sjey limum, sum landsstýrið ráðførir seg við, áðrenn avgerðir verða tiknar, ið hava stóran uttanlandspolitiskan týdning.”

At broyta eina avtalu, kann avgjørt hava stóran týdning, og tí er ivasamt um hon hevur havt loyvi at gera hetta, uttan at boða uttanlandsnevndini frá, og uttan at fara í løgtingið við málinum.

Norsk reiðarí eri ikki serliga fegin um hesa sanksjón móti norska flotanum, og longu nú eru røddir frammi í Norra at banna føroyskum skipum undir FAS at sigla á norskari havleið, tí hetta kann roknast sum sosial dumping. FAS skal (tíbetur) ikki nertast, so føroysku manningarnar á FAS skipum fara at sigla fyri betri nettoløn enn føroysku starvsfelagarnir á norsku skipunum.

Um álvara verður gjørt av hesum frá norskari síðu, so er tað so mikið álvarsamt, at uttanlandsnevnd løgtingsins má siga, um hon metir tað vera í lagi at taka tann kjansin. Minnist til, at talan er um omanfyri 20 skip, sum ikki sleppa at arbeiða í Norra framyvir. Ein marknaður, sum er teirra størsta, og í fleiri førum, einasta inntøka í dag.

 

Magni Skaale
Formaður