Búmerkið hjá felagnum
19. nov. 2024

Trump og Ruth, tollmúrar og proteksjonisma (2. partur).

Havi eg rætt í bara einum parti av hesum, so er hetta so álvarsamt, at løgtingið má fáa greitt at vita, hvørjir vandarnir kunnu vera við hesum uppskotinum

Síðani koma vit til Grein 27 í norðurlendsku skattaavtaluni um bann fyri mannamuni

«Ríkisborgarar í einum sáttmálabundnum ríki skulu ikki í einum øðrum sáttmálabundnum ríki koma undir nakra skatting ella nøkur skattkend krøv, sum eru øðrvísi ella meira tyngjandi enn tann skatting og tey skattakendu krøv, sum ríkisborgarar í seinna nevnda ríkinum við somu umstøðum serstakliga hvat viðvíkur bústaði eru ella koma undir»

Skatturin undir FAS er 35%, umframt sosial gjøld, og 13% í eftirløn omaná lønina, men Ruth krevur at føroyingar, sum sigla í einum øðrum sáttmálalandi, skulu gjalda um 35%, øll gjøld íroknað, sosialu gjøldini, sum eru 8,2%, skulu ikki trekkjast frá, og so skal skattur rindast av restini. Tað merkir góð 16% aftrat. Og tað ger, at føroyska manningin á norsku skipunum missir sína eftirløn. Hetta er beinleiðis sanksjón móti einum sáttmálalandi, Norra, og mest sannlíkt eisini brot á stýrisskipanina § 55. Løgtingslóg, ella partur av løgtingslóg, hevur ikki gildi, um
a) hon gongur ímóti millumtjóðasáttmála, heimastýrið hevur gjørt við onnur lond

Og vit kunnu skjótt staðfesta, tað er mannamunur, at manningin undir FAS skal rinda 35% pluss sosial gjøld og 13% í eftirløn, meðan manningar undir øðrum skipanum skulu gjalda 35% minus 8,2% og so plussa góð 16% aftrat, umframt at mista eftirløn.

So Ruth velur bevíst at at fara eftir, og sanksjonera norsk skip, og tað er ikki í tráð við andan í norðurlendsku skattaavtaluni, og tískil mest sannlíkt eisini brot á stýrisskipanarlógina §55.

Haraftrat er ivasamt, um hon ikki við kunngerð hin 04 sept brýtur stýrisskipanarlógina §41, tá hon í kunngerð strikar § 1 Grein 25, stk 2, litra c. Tí grein 41 í stýrisskipanarlógini sigur: § 41. Eingin beinleiðis ella óbeinleiðis skattur má verða álagdur, broyttur ella avtikin uttan við løgtingslóg.

Havi eg rætt í bara einum parti av hesum, so er hetta so álvarsamt, at løgtingið má fáa greitt at vita, hvørjir vandarnir kunnu vera við hesum uppskotinum