13. des. 2024
Góðu tinglimir
Í eina tíð hava vit, sum arbeiða uttanlands, víst á álvarsomu fylgjunar av ætlaðu skattabroytingunum fyri føroyingar, sum arbeiða uttanlands.
Men kanska tit vilja lurta, nú øll tann samlaða maritima arbeiðsmegin í Noregi hevur vent sær til norsku stjórnina fyri at fáa hana at leggja uppí føroysku ætlanirnar um skattaumskipan.
Øll tann maritima fakfelgsrørslan í Noregi dugir greitt at síggja, at hetta fer at fáa - og hevur longu fingið - fylgjur fyri samstarvið millum Føroyar og Noreg. Hartil biðja tey norsku stjórnina kanna, um føroysku ætlanirnar ikki eru brot á Norðurlendsku skattaavtaluna.
Brot úr hjálagda brævi:
"På vegne av Det Norske Maskinistforbund, Norsk Sjømannsforbund, Norsk Sjøoffisersforbund, Fiskebåt og Kystrederiene ønsker vi å rette oppmerksomhet mot foreslåtte skatteendringer på Færøyene. Vi er bekymret for at disse endringene kan få store konsekvenser for rederiene og de færøyske ansatte som arbeider om bord på norske skip, samt at dette innebærer et brudd på den nordiske skatteavtalen."
Hóast tit ikki vilja lurta eftitr okkum føroyingum, áttu tit at tikið tað í álvara, tá ið øll tann maritima fakfelagsrørslan í Noregi metir málið vera so mikið týðandi, at tey í felags áheitan nú draga Norsku stjórnina uppí tykkara ætlanir.
Vit hava í eina tíð víst á, at:
- fólk longu eru farin at leita sær til aðrar skipanir, sum einki avkast lata í føroyska landskassan.
- fólk longu hava flutt adressu av landinum.
- bankarnir nú eru farnir at krevja øðrvísi lánitreytir frá fólki, sum starvast uttanlands, tí lánistovnarnir eisini duga at síggja, at hetta verður ein stórur fíggjarligur smeitur fyri hendan bólkin av føroyingum.
Minsta - og í grundini einasta - krav okkara er, at tit taka tykkum stundir at lýsa málið til botns, áðrenn avgerð verður tikin. At tit veruliga kanna, hvørjar fylgjurnar av ætlaðu broytingunum verða - og hvussu hesar broytingar, tá samanum kemur, fara at ávirka landskassan.
Deloitte hevur longu víst á, at tað ikki verður tann sparingin, tit vænta. Og tað fara tit eisini at síggja, um tit taka tykkum tíð til neyðugu kanningarnar heldur enn at leypa á leistum eftir einum óundirbygdum og óveruligum pástandi um meiri pengar til landskassan.
Steðga uppskotinum í eitt ár, kanna málið til botns, og takið so støðu á einum upplýstum grundarlagi. Tað skylda tit okkum - og ikki minst Føroya fólki, hvørs landskassa tit eru vald at umsita. Í løtuni eru tit í holt við at pissa í buks fyri at halda hitanum - og tað verður Føroya fólk, sum enn einaferð má turka upp eftir sínum fólkavaldu.
Vinarliga Magni Skaale,
formaður Antares
Brev til Færøyske myndigheter
Brev til norske myndigheter