Búmerkið hjá felagnum
04. mar. 2026

Innkalling til aðalfund 2026.

Við hesum verður kallað inn til ársaðalfund hjá Áhugafelagnum Antares

Ársaðalfundurin verður hósdagin 19. mars kl. 09.30 á
Hotel Runavík
Heiðavegur 6, 620 Runavík.

Skrá sambært lógum felagsins.
Uppskot, ið ynskjast viðgjørd á fundinum, skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi mikudagin 11. mars.

Kl. uml. 10.30 hava vit boðið umboðum fyri allar politisku flokkarnar at koma at hava eitt stutt upplegg í sambandi við komandi val. Á aðalfundinum fara vit at savna saman spurningar, ið vit ynskja at seta flokkunum, eftir at tey hava havt síni upplegg.

Kl. 11.30 bjóðar felagið smyrjibreyð og okkurt leskandi.

Kl. 12.30 er avtala gjørd um vitjan hjá Bakkafrost á Glyvrum. Í hesum sambandi ynskir Bakkafrost at vita, hvussu nógv luttaka. Tí verða limir, ið ynskja at koma við til vitjanina, bidnir um at boða frá á telduposti: limapostur@antares.fo.

Vinaliga møtið fjøllment.